Ein fiskilig sensatión

Í november 2000 fiskaði garnabáturin "Isak L" ein sjáldsaman fisk við Grønland, sum eingin umborð á grønlendska skipinum hevði sæð ella hoyrt um fyrr. Føroyski skiparin Olaf Sólsker tók avgerð um, at fiskurin skuldi frystast heilur og sendast til kanningar. Ikki fyrr enn nú, hálvt triðja ár seinni, hava fiski- og havfrøðingar staðfest, hvat slag fiskurin er av, og er tað onki minni enn ein sensatión

Olaf Sólsker, skipari av Eiði, varð ógvuliga bilsin yvir tann 1,80 m langa og 70 kg tunga fiskin, sum teir á "Isak L" fangaðu henda dagin í november 2000. Mennirnir umborð hugdu í fiskibøkur í einari roynd at staðfesta, hvat slagið varð. Men tað eydnaðist teimum ikki.
Og líka trupult tóktist tað hjá vælútbúnum fiskifrøðingum, tí tað tók teimum meira enn tvey ár at útgreina, hvat slag hesin fiskurin varð. Eftir at langi fiskurin hevði ferðast runt á ymsum hægri lærustovnum og kanningarstovum, m.a. á føroysku Fiskirannsóknarstovuni, varð hann sendur til Peter Rask Møller og hansara menn á Keypmannahavnar Universitet.
Teir komu í februar 2003 fram til, at fiskurin er ein patagoniskur tannfiskur (Dissostichtus eleginoides), sum vanliga er at finna við suðurendan av Suður Ameriku. Hetta stóð at lesa í altjóða tíðarritinum "Nature" tann 6. februar í ár.
Aftaná at tað varð staðfest, hvat slag fiskurin varð, blivu Olaf Sólsker og teir á "Isak L" umrøddir í so kendum altjóða tíðarritum sum "National Geographic" og "Fishing News," sum er størsta fiskivinnutíðarritið í heiminum. Tað varð nevniliga onki minni enn ein stórhending innanfyri fiskifrøði og í akademiskum sirklum, tí hesin fiskurin er ongantíð fyrr sæddur so norðaliga.
- At finna ein slíkan fisk beint við Grønland er sanniliga sjáldsamt, sigur Thomas Hilbish við "National Geographic." Hilbish er professari í lívfrøði við New York State University, og hann leggur aftrat, at henda hendingin stuðlar einum vælkendum ástøði um, at fiskar kunnu ferðast í streymbeltum, sum liggja undir heita vatninum í tropunum. Tað er nevniliga sannlíkt, at fiskurin er komin í nakað djúpt vatn, og hann hevur síðani ferðast einsamallur til Grønlands við einum køldum undirstreymi.
Fiskurin trívist annars best, tá hitin er millum 2 og 11 gradir celsius. Tað norðasta man hevur sæð tann patagoniska tannfiskin er í Suðuramerika við strondina uttanfyri Uruguay. ? Tað er onki minni enn ein sensatión, sigur Olaf Sólsker, sum tók stig til at fáa fiskin kannaðan.
Spurdur hvussu tað kendist, tá navnið á einum er at finna í fleiri kendum tíðarritum kring heimin, sigur Olaf Sólsker, at tað altíð er stuttligt og spennandi við sovorðnum.
Olaf greiðir at enda frá, hvussu gekk fyri seg tann minniliga dagin: ? Beinanvegin fiskurin kom á dekkið, sóu vit, at hetta varð eitt annað fiskaslag, enn vit eru vanir við. Eg tók so stig til at ringja til grønlendsku fiskirannsóknarstovuna, men teir vístu ikki serliga stóran áhuga. Fiskurin kom at enda upp á pláss, sigur Olaf um grønlendsku fiskifrøðingarnar.
Fiskurin endaði í Danmark umvegis føroysku Fiskirannsóknarstovuna. Og tað vóru eisini danir, ið funnu útav, at hetta er ein patagoniskur tannfiskur, sum eisini er ein tann størsti fiskurin av hesum slag, fiskifrøðingar vita av.
Ein altjóða fiskilig sensatión við suðuramerikonskum fiski, grønlendskum báti, og føroyskum skipara.