Í dag hevur hvørt húski í Havn fingið eitt eintak av DVD-filmi um Havnina í 100 ár Við Norrønu í gjár komu 7.300 filmar í land í Føroyum. Filmurin er um Havnina í 100 ár. Filmarnir skuldu í dag komið í hvørt hús í kommununi, og talan er um eina gávu í sambandi við at kommunan fyllir 100 ár.
Gomul klipp, sum vit hava fingið frá Havnarfólki. Soleiðis fær mann víst lívið í kommununi, bæði frá grindadrápi, fótbólti, ólavsøku og øðrum.
Tað er Substanz Film, sum eisini settu DVD fløguna við føroyskum søgum saman, ið hava sett havnarklippini saman.