Ein festivalur er nakað serligt

Hilmar Joensen er formaður í MáF, sum hevur skipað fyri at fáa NEATA festivalin til Føroya.
- Vit vildu gjarna hava festivalin til Føroya, tí tað er nakað serligt við festivalum. Tað er deiligt at so nógv fólk koma saman. Tey eru úr ymiskum londum, men øll práta við hvønn annan, eisini um onnur evni enn sjónleik. Vinarbond verða knýtt og luttakararnir kunnu læra av hvørjum øðrum.
- Hvønn seinnapart meðan festivalurin er, skipa nøkur kend sjónleikafólk fyri tjaki, har tosað um sjónleikirnar, ið vóru framførdir dagin fyri. Her fara vit afturum sjónleikin, so luttakararnir eisini kunnu læra av tí.
- Tað hevur stóra ávirkan á sjónleikalívið í landinum, at vit kunnu fáa festivalin til Føroya. Øll sum eru við fáa íblástur, og tað skapar eisini ein hug at fara út um landið við sjónleikinum.
Millum annað er MáF í ferð við at skipa fyri einari verkætlan saman við Noregi og Svøríki, har børn og ung úr hesum trimum londum fara at spæla sjónleik saman næsta ár.