Ein Ferrari av teimum sjáldsomu

MESSA Í hesum døgum savnast fólk í hópatali til stóru bilmessuna “Paris Motor Show”. Hóast altjóða fíggjarkreppuna eru stórar vónir til ársins framsýning

Paris: Eitt av stóru punktunum á skránni er avdúkingin av fleiri nýggjum bilmerkjum, fram til 17. oktober, tá messan endar.

Fleiri nýggj merki eru longu avdúkað, og onnur verða tað so hvørt sum framsýningin líður.

Eitt av merkjunum er Ferrari SA APERTA-bilurin, sum einans er gjørdur í 80 eintøkum. Ein teirra fer, eftir tí sum tíðindini vilja vera við, at koyra á donsku vegunum.

Sum skilst hevur ein ónevndur dani keypt ein slíkan bil. Listaprísurin fyri eitt slíkt møbilstykki er umleið 450.000 dollarar, sum svarar til slakar 2,5 mió føroyskar krónur.


Sermerki

Tað er sjálvandi ein orsøk til at Ferrari einans hevur gjørt 80 eintøk av hesum serstaka bili.

Útgávan av hesum bilinum verður gjørt, samstundis sum sniðgevi teirra, Pininfarinas fer um tey áttati.

Sagt verður, at Ferrari hevur nógv at takka honum fyri, tí hann hevur av sonnum sett síni fingramerki á ta longu perlurøðina av vøkrum sportsbilum.

Pininfarinas hevur staðið fyri sniðgevingini av fleiri av heimsins vakrastu bilum, og ikki minst teimum Ferrari-bilunum sum hava sæð dagsins ljós gjøgnum tíðirnar.

Sergio og Andrea Pininfarinas eru soleiðis teir sum leggja navn til forbókstavirnar á nýggja bilinum, SA.

Hinvegin er orðið “APERTA” italskt, og merkir undir opnum himni.

Hvør einasti SA APERTA er framleiddur júst eftir tørvinum hjá tí einstaka kundanum, tá talan er um útgerð, lit og val av tilfari.

Tøkniliga er bilurin ein opin Ferrari 599 GTB, men hevur 670 hestar, sum aftur merkir, at motorurin er heintaður frá 599 GTO. Hetta verður kortini ikki váttað enn, tí upplýsingarnir eru ikki tøkir.

Hinvegin ljóðar, at modellið er á tremur við teirri bestu tøknini sum Ferrari hevur at bjóða.

Sum nevnt hevur ein danskur ríkmaður keypt ein slíkan. Nøvn eru somuleiðis sett á hini 79 fólkini, sum eisini fara at koyra við einum Ferrari SA APERTA í framtíðini.