Í nátt hevur løgreglan gjørt málrættað átak ímóti innbroti o. l. Tey hava koyrt runt í økjum í Havn, har slíkt hevur verið, men har var einki at síggja.
Løgreglan hevur eisini kannað skeinkistøð, men har var alt í ordan og gott lag, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Tá løgreglan gjørdi ferðslukanning á Streymoynni í gjár, var ein bilførari tikin fyri at koyra 106 km um tíman uttan fyri bygt øki, og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið.
Ein fullur maður var áhaldsin og endaði í Havnará á Vaglinum. Hann klára uppaftur sjálvur, sigur vaktleiðarin.
Og í Hvalba var ein bilur tikin av eini hvirlu hósdagin. Førarin misti tamarhaldið, og bilurin fór út av vegnum.