Bæði heima og uttanlands hevur hon gjørt vart við seg. Eitt nú var lagið Mind The Gap, ið hon sang, spælt rættiliga fitt í turkiskum útvarpi fyrr í ár. Seinastu árini hevur Sigrið arbeitt bæði við tónleiki, ið hon sjálv hevur skrivað og tónleiki, ið er skrivaður til hennara. Hennara sangskrá umfatar vanliga eisini stórar gospel klassikarar, sum Wait in the Water og Halleluja, og hennara tulkingar av hesum tungvektarum eru einki minnið enn meistarligar. Sigrið er vælsignað við eini fantastiskari rødd og á Fjarðafestivalinum veðrur hon uttan iva millum vakrastu tónlistarligu upplivingarnar.