Í vikuni varð nýggjur verkstaðsbygningur reistur við Langanes á Strondum. Hetta er ein bygningur hjá R Transport, sum Rasmus Frederiksberg eigur og rekur.
- R Transport eiga seks lastbilar og trailarar, umframt seks gravmaskinur og fleiri smærri bilar, og nú var neyðugt at betra um umstøðurnar hjá fyritøkuni.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu verður sagt, at við nýggja bygninginum verða góðir møguleikar til verkstaðs-og smiðjuarbeiði.
- Eini 8-10 fólk arbeiða hjá R Transport, og fleiri av hesum eru annaðhvørt synir ella versynir hjá Rasmusi Frederiksberg, verður lagt aftrat.
Tað er MPT Forskalling, sum hevur staðið fyri stoypiarbeiðnum, og FD bygging við Fróða Danielsen tekur sær av restini av byggingini.
Bygningurin hjá R Transport er umleið 15 x 20 metrar stórur.
Tað er heimasíðan hjá Sjóvar kommunu, sum eigur viðheftu myndir, sum vórðu tiknar við hátíðarløtuna, tá bygningurin á Strondum varð reistur.
##med2##
##med3##