Nú fáa føroyingar sín egna film í fullari longd um Jesus. Týsdagin í komandi viku verður filmurin almannakunngjørdur við eina samkomu í Norðurlandahúsinum og kunnað verður um verkætlanina.
Jesus-filmurin er upprunaliga frá 1979, og upptøkurnar eru gjørdar í Ísrael. Filmurin er tveir tímar langur og hevur føroyska talu. Føroysku røddirnar eru millum annað kend fólk úr fjølmiðlaheiminum og úr leiklistini.
Poul Johan Djurhuus, formaður í Umboðsráðnum fyri Jesus-filmin, sigur endamálið við filminum vera at siga frá søguni um Jesus. Hann er væl egnaður í kristiligu boðanini og sum frálærutilfar í kirkjum, kristiligum samkomum og felagskapum og skúlum. Bæði fyri ung og eldri.
Filmurin byggir á Lukas evangelium. Hann er týddur til fleiri enn 800 mál, og nú eru røddirnar so samskipaðar á føroyskum eisini. Ein serlig útgáva av filminum er saman við frálærutilfari á føroyskum gjørd til skúlabrúks.
Føroyska verkætlanin er úrslit av goðum samstarvi milum umboð fyri kirkjur, kristiligar samkomur og felagsskapir í Føroyum. Tey hava skipað seg í eitt Umboðsráð við fólki úr fólkakirkjuni, brøðrasamkomuni, hvítusunnusamkomuni, katólsku kirkjuni, adventistakirkjuni, samkomuni Immanuel, Frelsunarherinum, meinigheitini í Hoyvík og kirkjuligu heimamissiónini.










