Ella við øðrum orðum: Einhvør atkvøða skal telja tað sama sum einhvør onnur atkvøða. Soleiðis er ikki í Føroyum í dag. Tá føroyingar velja fólk í løgtingið, er atkvøðan hjá einum veljara í Sandoynni næstan tríggjar ferðir so nógv verd, sum atkvøðan hjá einum veljara í Suðurstreymoy og tvær ferðir so nógv verd, sum atkvøðan hjá einum veljara í Norðoyggjum.
Hetta átti ikki at verið so. Men órætturin er lógarfestur í løgtingsvallógini. Í løgtingsvallógini er ásett, hvussu nógvar umdømisvaldar tingmenn hvørt valdømi eigur. Men talið av umdømisvaldum tingmonnum samsvarar ikki við fólkatalið í einstøku valdømunum. Tað rætta var, at ein tinglimur umboðaði sama tal av veljarum, uttan mun til, hvar í landinum hann var valdur.
Í dag er hetta er ikki so. Tinglimurin úr Suðurstreymoy umboðar tríggjar ferðir so nógvar veljarar sum tinglimurin úr Sandoynni. Við øðrum orðum skal einstaki tinglimurin úr Suðurstreymoy røkja áhugamálini hjá tríggjar ferðir so nógvum fólkum sum einstaki tinglimurin úr Sandoynni. Av hesum sæst týðuliga, at tinglimurin úr Sandoynni hevur nógv betri umstøður at røkja seráhugamál hjá veljarum sínum, enn tinglimurin í Suðurstreym hevur.
Við øðrum orðum er veljarin í Suðurstreymi munandi verri umboðaður í tinginum enn veljarin í Sandoynni er tað. Summi fólk í Føroyum hava sostatt, sum er, meira at siga enn onnur. Hetta er í stríð við grundregluna um, at allar atkvøður skulu telja líka nógv. Hesin órættur eigur at vera rættaður. Og tað gerst einans við at broyta løgtingsvallógina. Broytingin sum krevst, er sera einføld.
Vallógin skal broytast
Sum er ásetir §1 í løgtingsvallógini talið á umdømisvaldum tinglimum fyri hvørt valdømi sær. Tingmannatalið er fastlæst og broytist ikki, sjálvt um t. d. fólkatalið í valdøminum broytist munandi. Ístaðin fyri eitt fast ásett tal av tinglimum fyri hvørt valdømi, skuldi eitt valdømi tí átt tað tal av tinglimum, sum svaraði til fólkatalið í valdøminum tá val varð.
Løgtingsvallógin ásetir, at 27 umdømisvaldir tinglimir skulu vera. Ein umdømisvaldur tinglimur átti tískil at ?kosta? 1/27 av tí samlaða talinum av veljarum í Føroyum, soleiðis sum tað er uppgjørt beint fyri valið. Var hetta gjørt, so hevði býti av umdømisvaldum tinglimum í skrivandi stund verið, sum uppgjørt í talvuni niðanfyri:
ValdømiUmdømisvaldBroyting í mun til
verandi tal
Norðoyggjar 3-1
Eysturoy 6+1
Norðurstreymoy 2 0
Suðurstreymoy10+2
Vágar 2 0
Sandoy 1-1
Suðuroy 3-1
Vert er at hava í huga, at her er talan um eina sera einfalda lógarbroyting, sum afturfyri loysir ein álvarsligan demokratiskan trupulleika. Broytingin átti at verið framd beinanvegin, soleiðis at valt kundi verið eftir nýggju reglunum longu til løgtingsvalið komandi.