Tú hevur fortalt okkum hvussu tað var, tá tú vaks upp. Nógv systkin, sum høvdu nógvan stuttleika av hvørjum øðrum. Men eisini altíð nógv at takast við. Í hoyna bæði spæl og arbeiði fyri allar hendur.
Abbi hevur verið úti við gørnum, og heimkomin ber hann fongin niðan til húsar. So at greiða og hongja gørnini upp at turka niðri við neystið. Har angar av tjøru.
Omma seymar fyri fólk, og hon hevur telefonstøðina. Tit skulu út við telefonboðum. Til gongu sjálvandi, í øllum veðri, og tað kann vera drúgt, tí bygdin er so long.
Tú bleiv sjúk sum smágenta, varð løgd inn á hospitalið í Havn . Tú kom fyri teg, men varð tó merkt av hesum síðani.
Tú dugdi so væl í skúlanum, ein av teimum gløggastu, ongin tók teg í rokning. Men hetta var áðrenn tað stóð í boði hjá arbeiðsmanna- ella fiskimannabørnum at kunna halda á í víðari útbúgvingum. Tín hugur at læra og ognast vitan var tó so stórur, at tú sjálv tók stig til at fara á háskúla. Har tókst tú til tín frá andsmennunum Símuni av Skarði og Rasmusi á Háskúlanum. Og har fekst tú tína mentunarligu veking, sum so nógv onnur um ta tíðina.
Við hesum førningi fórt tú út í lívið. Har sum arbeiði var at fáa, har mátti man fara. Tín leið gekk til Vestmanna og tú komst í handilin hjá Otto Jacobsen. Tað dámdi tær væl. At hava við øll hesi fólkini at gera, tey sum komu til handils, og tey, tú starvaði saman við. Tú vart fryntlig og skilagóð, og gjørdist skjótt høgra hond hjá Otto. Tú búði hjá teimum, var sum húsfólk og djúp vinarbond vórðu knýtt. Við tínum lætta lyndið fekst tú nógv vinfólk og livdi eitt virkið ungdómslív í Vestmanna.
Nakað av tí besta vit vistu, var at fáa teg at fortelja, um barnaárini á Todnesi, og ikki minst um ungdómsárini. M.a. undir krígnum - á tær søgur, har tú dróg tað ljósa og stuttliga fram um tað dapra og syrgiliga. Um vinskap og alt tit gjørdu stuttleika burturúr. Um hvussu tað var at liva av ratiónum og at finna uppá ráð í eini knappari vending.
So var tað at tú hitti og gjørdist hugtikin av hesum prúða sjómanni, sum av og á kom til bygdina av longum leiðum úti í stóru verð. Hjalmar pápi og tú giftist í 1947 og settu búgv í Sjóarbø. Síðani komu vit systkini so líðandi, Ása, Gyðja, Jóannes Niclas, Fríðhildur og Rói. Men hóast pápi sigldi úti, og børnini kravdu sítt, so slepti tú ikki heilt arbeiðslívinum. Eitt strævið og virkið lív . Og kortini skaptu tú okkum rík barnaár, og eitt heim sum var fjálgt og rúmsátt øll okkara ungdómsár.
Alt meðan tú eisini var íðin limur í Vestmanna Sjónleikarafelag. Best minnast vit teg á palli saman við Brynjálvi og Símini hjá Otto. Spældi avbera væl, karakterrollurnar serstakliga. Vit minnast Mús og Menn, Charles Tanta, Politiska Kannustoyparin, Sverra Kong og nógvar aðrar leikir.
Gávurík ert tú. Ikki sørt av skaldi heldur. Tú yrkti sangir og tættir til eitthvørt høvi. Tað lá væl fyri, allarbest seint á kvøldi ella út á náttina. Ein náttaravnur vart tú - og ert tú enn.
Góða mamma, tú hevur ikki altíð havt tað so lætt, men mótgongd og sorgir hava eisini gjørt samanhaldið sterkari. Tú hevur givið okkum so nógv. Hugflogið - allar ferðirnar í hugaheimi, til londini handan sól og mána, til Soriu Moriu, saman við Vilmundi kongssyni og Missery Moy. Sangirnar, kvæðini, søgur og sagnir. Uttan iva vóru tær bestu søgurnar tær, tú sjálv gjørdi, tær sum altíð vóru um 5 systkin, sum funnu uppá brøgd og skálkabrøgd. Tú skapti eisini hugin í okkum til bókmentirnar og sjónleikin.
Tú gavst okkum eitt heim, sum treytaleyst stóð opið fyri okkum, okkara hugsjónum og okkara vinfólkum. Tín kærleiki, títt treiskni og títt bráða og eggjandi sinnalag hevur ríkað okkum og givið nógv at hugsa um og ikki at forgloyma, so manga stuttliga løtu. Tú ert ikki av tí slagnum, sum tekur seg sjálvan hátíðarliga, og láturin fingu vit í vøggugávu. Tú legði niður í okkum at læra, at líta á okkum sjálvi og klára okkum sjálvi, at standa á egnum beinum.
Tú lærdi okkum at virða um arbeiðið og tað arbeiðandi fólkið, at skyna á millum rættvísi og órættvísi í hesi verð, og at taka støðu. Og ikki minst: at verða virkin. Tú varð reyðsokkur, áðrenn reyðsokkarnir vóru uppfunnir. Virkin í kvinnurørsluni. Og í kommunalpolitikkinum, har tú vart fyrsta kvinna í Føroyum, sum varð vald á kvinnulista í bygdarráð.
Tillukku við føðingardegnum, mamma, og takk fyri.
Ása, Gyðja, Fríðhildur og Rói