Ein eliter mentan  fyri tey útvaldu

Dagny Joensen, Rithøvundur

Spurnartekin kann kanska eisini setast við, hvørt tað er rætt, at eitt so lítið land sum okkara skal  skapa eina skrivandi elitu. So langt eru vit als ikki komin. Vit mugu grulva, áðrenn vit kunnu ganga, sigur Dagny Joensen, rithøvundur, sum ger viðmerkingar til kjakið um Mentanargrunn Landsins

Tað er áhugavert, at kjak­ið um møguleikarnar hjá skrivandi fólki er kyknað á føroyska mentanarpallinum. Umstøðurnar at menna og stimbra rithøvundar hevur kanska ongantíð áður verið so fáum til gagns sum nú á døgum, hóast samfelagið annars er komið fyri seg sein­astu árini. Tað prógva upp­lýsingarnir, sum Jústinus Eid­esgaard herfyri leitaði fram. Takk til vinmannin fyri tað.

Um tað er stuðulsskip­an­in og reglurnar í Ment­anargrunni Landsins, sum er orsøkin, er torført at meta um. Givið er tað, at menniskjansliga saman­setingin í nevndini er ein orsøk, al tann tíð at tað eru tey, sum gera av, hvat vit føroyingar skulu meta sum góð ella vánalig avvrik hjá skrivandi fólki.

Tó skal havast í huga, at tað er politiska skipanin, sum hevur ábyrgdina av, hvussu høgt hon prioriterar bókmentirnar, og hvønn leik­lut tær hava fyri eitt fram­komið samfelag.

Tað var tann tíðin í sjeyti­­ár­un­um, tá tað var sum at spæla við eld at dytta sær til at nýta skrift­málið. Tað sokallaða fróð­skaparføroyska málið var í stoypiskeiðini, og Gud náði tann, sum av óvart ella av misgávum setti eitt komma skeivt ella brúkti skeiva orð­ing.

Tað førdi við sær, at fólk nærum ikki tordu at festa orð á blað. Tað mis­eydnaðist og er kanska ein orsøk til, at skriftmálið er fátækrari í dag, enn tað ann­ars hevði verið.

Hetta eyðkenni tykist nú at vinna frama aft­ur, tá hugsað verður um skriv­andi elituna. Bert tey útvaldu fáa stuðul og hervið møguleikan. Tað er eisini ein forðan fyri nýskapan og margfalni í bók­mentum okkara og minnir um orð­ing­ina vágafúsan kapi­tal innan vinnulívið, sum var so nógv frammi í kreppu­árunum.

Tað er júst eksperiment­ið, sum kann føra til okk­urt nýskapandi, sum kann geva afturljóð á mentanar­pallinum. Tað áttu vit sum fólk at verið so mikið at okkum komin, at vit høvdu dirvi og mót at viðganga.

Um føroyska samfelagið er so fátækt, at tað ikki hevur ráð at stuðla sínum rithøvundum í hesum føri, hendir júst tað, sum vit ikki vilja viðganga  nevniliga, at alt stendur í stað, og at fólk ikki hava hug ella orku at lesa tað, sum verður giv­ið út. Tað forðar fyri fram­burði.

Eg veit ikki, um rithøv­undar eru so nógv øðr­vísi enn onnur fólk, men bert tað at sápla alt niður, sum onnur gera, fyri síðani at reypa sær av at verða størsta skald seinastu 40 ár­ini, tykist at vera nóg mik­ið til at fáa arbeiðsfrið í ára­vís.

At ein rithøvundur skal fáa 800,000 krónur í stuðli yvir fimm ára tíð­ar­skeið, er fyri onnur, sum einki fáa  óhoyrt, og skapar gróðrarbotn fyri undir­luta­kenslum og ábreiðslum, sum ikki áttu at vunnið frama innan bókmentir okk­ara.

Tað verður so ongantíð til nýbrot innan føroyska mentan.

Líta vit frameftir, og sama stuðulsskipan verð­­­ur gald­­andi, kunnu vit kanska meta um fram­tíð­ar út­lit­­ini fyri bók­ment­um okk­ara so­leiðis: Út­reiðsl­ur­­nar fyri nýskapan á bók­menta­­økinum fara at kosta eins nógv og eitt hampuligt skip.
Tá er greitt, at vit skulu bíða í nógv ár eftir at føroyski bókmentaheimurin verður ríkaður og kemur á nøkurlunda hædd við tað, sum onnur lond bjóða sínum lesararum.

Spurnartekin kann kanska eisini setast við, hvørt tað er rætt, at eitt so lítið land sum okkara skal skapa eina skrivandi elitu. So langt eru vit als ikki komin. Vit mugu grulva, áðrenn vit kunnu ganga. Vit kunnu ikki dúva upp á teir góðu, gomlu rithøvundarnar og skaldini, sum løgdu lunnar undir før­oysku bókmentirnar.

Ivaleyst hava vit eisini brúk fyri at menna og stimbra so nógvar ungar og gávu­rík­ar rit­høv­und­ar, sum til ber, sum við sínum avrik­um við tíðini kunnu prógva, at teir hoyra til teir bestu her á landi.