Ein dyst á hvørjum vølli

FSF hevur nú gjørt av, hvar teir báðir heimadystirnir í ár í komandi EM-undankappingini skulu spælast.

Mikudagin tann 16. august verður spælt á Svangaskarði, tá Georgia kemur á vitjan, og byrjar tann dysturin klokkan 19.
Leygardagin , 7. oktober, kemur Litava á vitjan, og verður tann dysturin spældir á Tórsvølli klokkan 15. Atgongumerkjaprísurin til hvønn dystin er 150 kr. fyri vaksin og 50 kr. børn, upplýsir FSF. Mett verður helst ikki, at talan verður um tað stóra trýstið á søluna, tí í øllum førum verða atgongumerki ikki seld í forsølu hesaferð.