Ein dyggur smeitur fyri norðoyingar

Bjørn Kalsø vil hava Sirið Stenberg at stinga fingurin í jørðina

Verður menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið fylgt treytaleyst, verður tað ein dyggur smeitur fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og Norðoyggjar.

Tað sigur Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin.

 

Í gjár fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, eitt drúgt tilmæli frá einum arbeiðsbólki, um, hvussu okkara heilsuverk skal skipast í framtíðini.

 

Men longu í dag, dagin eftir, koma tey fyrstu mótmælini úr Norðoyggjum. Bjørn Kalsø sigur nevniliga, at verður tilmælið sett í verk óbroytt, verður tað eitt stórt bakkast fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

 

Eitt, Bjørn Kalsø sipar til, er tilmælið um at skipa øll tey trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Tað tekur hann sum um, at leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið skal flytast á Landssjúkrahúsið í Havn.

 

- Somuleiðis verður mælt til, at ongar akuttar viðgerðir av týdningi, skulu verða í Klaksvík.

 

- Klaksvíkar Sjúkrahús verður tá ikki at rokna sum sjúkrahús longur. Tí eitt sjúkrahús uttan leiðslu á staðnum og uttan akuttar viðgerðir, er ikki sjúkrahús, sigur Bjørn Kalsø.

 

Hann staðfestir, at skil er í tilmælunum um at fleiri tilrættislagdar og einkfaldar skurðviðgerðir skulu vera í Klaksvík og at endurvenjingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skal styrkjast.

 

- Men tað bjargar tað ikki vandastøðuni, tí Klaksvíkar sjúkrahús missir nógv meir fyri minni, um allar avgerðir í framtíðini skulu takast í Havn, og um eingin akutt móttøka av týdningin verður í Klaksvík.

 

 

Hann sigur, at tað er brúk fyri hvørjum króki á teimum trimum sjúkrahúsunum, men tað er eisini ntúk fyri at virksemið á sjúkrahúsunum verður samskipað og gagnnýtt betur.

 

Men tað kann bara gerast við at hava eina leiðslu á staðnum, sum kann fáa álagt at samstarva við hini sjúkrahúsini um greitt ásettar uppgávur.

 

- Tí má avgerð takast um, hvørjar sergreinar skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi, hvørjar tilrættislagdar skurðviðgerðir skulu gerast hvar, hvussu endurvenjingin skal skipast og hvussu óneyðugir bíðilistar kunnu fáast burtur.

 

- Alt hetta ber væl til at gera, uttan at gera seg inn á smærru sjúkrahúsini. Ikki minst kann talgilda heilsuskipanin vera gott amboð í hesum sambandi, heldur hann.

 

- Landsstýriskvinnan hevur boðað frá, at aðalorðaskifti verður í Løgtinginum um tilmælini, áðrenn tey verða sett í verk.

 

- Vónandi fer landsstýriskvinnan at stinga fingurin í jørðina, so at smærru sjúkrahúsini ikki verða koblað av, - men saman við Landsjúkrahúsinum koma styrkt burturúr støðuni, sigur Bjørn Kalsø.