Sum við so nógvum øðrum, sum blaðstjórin førir fram, so skilja vit ikki heilt, hvat hann meinar við. Men Sosialurin hevur mangan verið í tungum sjógvi fyrr. Sosialurin var eitt lítið blað – sum í fleiri ár ikki megnaði at kom út við teimum stóru uppløgunum. Men fyri góðum 20 árum síðani bragdaði. Hóast upplagið hjá Dimmalætting mundi vera fimmfalt upplagið hjá Sosialinum, so góvust fólkini á Sosialinum ikki í stríðnum, men hildu á – til blaðið yvirhálaði Dimmu.
Og tað er rætt, at feløgini handan Sosialin einaferð vórðu endurreist. Hetta hendi í 1993. Men tað var altso høvuðseigarin, Føroya Javnaðarflokkur, sjálvur, sum spýtti pengar í. Tølini vóru ikki so stór tá, men flokkurin brúkti eina millión krónur at endurreisa feløgini. 300.000 til at gjalda út lán og 700.000 til partapening í teimum báðum feløgunum, sum tá stóðu aftan fyri Sosialin.
– At hetta var ein góð íløga, man Javnaðarflokkurin hava sannað. Flokkurin hevur ikki brúkt eina krónu upp á blaðið síðani 1993 – og tá flokkurin í 2006 seldi feløgini til P/F Miðlafelagið fyri 10 milliónir krónur, var vinningurin hjá Javnaðarflokkinum níggju skattafríar milliónir krónur fyri eina 13 ára gamla íløgu.