Mál sum abort, rúsdrekka, samkynd og alt vanligt frílyndi eru í dag frammi. Vit kunnu tosa um eitt neyðugt virðiskjak. Herfyri var journalisturin Brynhild Thomsen á Danmarks Radio og tosaði um støðuna viðvíkjandi abort í Føroyum í kendu sendingini Silikone á P1. Politiken hevur havt áhuga í føroyskum meiningum og serliga hava politikarar frá Det Radikale Venstre funnist at vantandi føroyskum tolsemi.
Samanumtikið er tað, sum um tað mest eru tey ungu í Føroyum, ið vilja røra við tey eldfimu málini í samfelaginum í dag, ið vit hava sæð við stórum politiskum fundi, ið kanska druknaði í skugganum av einari kendari bók og av Bryggjuni. Kanska valagitatiónin fer at taka nøkru av hesu málum fram.
Reint politiskt hava Miðfloksfólk og tí mótstøðan móti t. d. abort, liberalisering av rúsdrekkalógini og lógarøkinum fyri tey samkyntu sínar talsmenn, sum entá hava sitið sum avgerandi og hin tyngst vigandi og tí hin avgerandi politiski maktfaktorurin í áravís. Hesi vilja blanda verðslig mál við trúðarligar tulkingar av nútíðarsamfelaginum út frá serligum tulkingum av kristindóminum.
Longu tá Amerika varð til sum vit kenna tað í dag varð amerikanska grundlógin eitt hitt størsta framstigið í vesturlenskari modernaðari søgu, tí har skræddu amerikumenn, hjálptir av fronsku upplýsingarheimspekini, trúgv og politik sundur, og kirkjuna og statin. So við og við varð henda skipan, ið tryggjar sekulera fólkaræðið best, adopterað kring heimin. Fyrst í Frankaríki og sum tíðin leið í Danmark, men við undantakinum av at í Danmark og tí í Føroyum var og er enn ein statskirkja, ið mangan er sera óheppi. Lond sum Týskland og Svøríki hava sum USA og Frankaríki ikki longur eina statskirkju.
Men sum við øllum vektum, eisini henni hjá Justitiu, er eingin javnvág um eingin mótvekt er á politiska vígvøllinum. Flokkar sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava nógv frílynt fólk, ið stundum nærum eru mentunarradikal, men Tjóðveldisflokkurin hevur í nógv ár selt sína moralsku æru til ein fundamentalistiskan meiriluta og ein ivasaman »holumannaliberalistiskt« partafelag kallað Fólkaflokkurin. Javnaðarflokkurin er eftir Dammin og 80ini, nærum ævigani útlagstur sum andstøðuflokkur, stættarstríðið fangar ikki longur fólk á sama hátt. Sambands- og Fólkaflokkurin tykjast hava lítlan áhuga í modernaðum málum. Tað er sum um flokkar ikki duga at síggja, ella at liva í nýggja politiska veruleikanum í dag.
Eftir er so Sjálvstýrisflokkurin, ið Gallup spáar at detta út við næsta val. Hesin flokkur reypar av at samarbeiða við Det radikale Venstre, ið er hin mest kontroversielli flokkurin mangan á frílyndisøkinum í Danmark, hesi hava homoseksuellar politikarar og fleiri »útlendskar« danir enn nakar annar flokkur sum t. d. Naser Kahder, men eg síggi ongan mentunarradikalan anda yvir føroyska Sjálvstýrisflokkinum. Det Radikale Venstre er flokkur, ið hevur høgt til loftið og setir mangan ein dagsordan innan mentan, gransking, kjak og hevur nógv fleiri lærdar veljarar í Danmark enn aðrir flokkar. Eingin flokkur hevur sitið í fleiri samgongum í 20 øld enn hesin lítli flokkur og eingin hevur ávirkað donsku mentanina meiri enn tey radikalu. Tað stendur tí ein stór virðing um Det Radikale Venstre bæði millum høgravend og vinstravend (Enhedslisten og Dansk Folkeparti dáma nærum ongan, so tey hugsi eg ikki um) men føroyska Sjálvstyrisflokkin veit føroyski veljarin ikki nógv um, hesi vilja bert hóra undan. Flokkurin hjá livibreyðspolitikarunum. Men kanska varð best um hesin flokkur andaðist við komandi val. At vera føddur í 1906 er ein høgur aldur og seniliteturin hevur nú kanska innfunnið seg í flokkinum.
Sum eg síggi tað, er tí brúk fyri einum lítlum flokki á miðuni í Føroyum í dag, sum tordi at vera ein total anti-virus móti fundamentalismuni og intoleransuni í Miðflokkinum, sum tordi at umboða frí-lyndi og eina kosmopolitiska og visionera kós, ið talaði til fólk við áhuga innan t. d. mentan, gransking, list, tónleik og ein flokkur fyri intellektuell sum eru heimleys innan nationalistiska rákið í dag. Ein flokkur fyri modernaða føroyingin, sum vil arbeiða á miðuni fyri sjálvbjargni á einum ikki nationalistiskum, men kosmopolitiskum botni. Føroyum væntar ein mentanarradikalan flokk og ein triða veg í dag, sum t. d. fekk eini tvey tingfólk, ið tordu at sett seg á øki sum familju og sosialpolitikk, mentan og undirvísing v. m. Ein flokkur fyri tey mangan forfjónaðu intellektuellu, fyri listafólkini, humanist-ar, ateistar og frítonkjarar, samkynt, útisetarnar og útlendingar í Føroyum og fólk sum vilja fremja ein nýggjan anda. Stutt sagt Radikalu Føroyar, ið slapp okkum av við eina øld av innistongdari intoleransu, ein flokkur sum bæði var ein mótvekt og ein nýggj byrjan í mun til útheimin og ES, ið bæði vildi og tordi at hyggja út yvir tjóðina, loysing og samband, vinstru og høgru. Ein flokkur sum kundi savnað mentaði og skil- og andborin fólk í Føroyum í dag um t. d. at verja mannarættindi hjá millilutum. Ein flokkur, ið var sum ein eldkúla av moderniteti, ið kundi sent Føroyar við 380 km um tíman móti framtíðini.