Fróðskapur hevur givið út savn við 46 greinum, sum Eivind Weyhe hevur skrivað, í sambandi við at hann fylti 70 ár flaggdagin. Heiðursritið Eivindaródn Greinar 1979-2011 varð lagt fram á móttøku í Læraraskúlahøllini 27. apríl.
Eivindaródn Greinar 1979-2011 er eitt víðfevnt og djúptøkið íkast til kunnleika og orðaskifti um føroyskt mál og mentan frá einum av málfrøðingum okkara.
Eivind Weyhe hevur í starvi sínum á Fróðskaparsetri Føroya síðan 1979 laðað upp í vitan okkara um ein langan repil av málsligum og skaldskaparligum evnum í føroyskari mentan og styrkt støðið undir framhaldandi føroyskari gransking.
Anfinnur Johansen, Turið Sigurðardóttir og Tóta Árnadóttir hava ritstjórnað savninum, sum er býtt upp í 4 partar. Aftast er ritskrá við útgávum Eivinds í tíðarrøð. Flestu greinarnar hava verið á prenti fyrr, í ymsum tíðarritum, ráðstevnubókum og líknandi. Seks greinar hava ikki verið á prenti áður, her er talan um fyrilestrar, sum hava verið hildnir í útvarpinum.
Á kápuni eru myndir av leirlistaverki eftir Guðrið Poulsen. Listaverkið, eitt trívítt føroyakort, stendur við Føroya Læraraskúla.
Savnið er 662 síður og kostar 350 krónur.