Hetta vikuskifti hevur nógvur tónleikur verið á skránni í Deplinum í Skálavík.
Byrjað verður í kvøld, tá Ebenezerkórið hevur eina ókeypis konsert klokkan 19:30, í samband við eina venjingarlegu hjá kórinum.
Sunnudagin verður enn ein forvitnislig konsert, tá eitt ferðalag við italskum fólkatónleikarum og dansarum fer at framføra í høllini á deplinum. Henda konsertin byrjar klokkan 15 og kosta atgongumerkini 50 krónur.
Hetta er aðru ferð at bólkurin vitjar í Føroyum. Eins og fyrru ferðina í 2007, er vitjanin fingin í lag í sambandi við landsdystirnar í fótbólti millum Føroyar og Italia.