Ein dagur á Grynnuni er á skránni í Tórsgøtu í dag. Hóast veðrið ikki er av tí allar besta, so er kortini møguleiki fyri at luttaka í tiltakinum, tí stórt telt er sett upp í Tórsgøtu, har teir flestu básarnir eru.
Skráin í Tórsgøtu:
Kl. 08:00 – 16:00
Fiskikapping, Bóltfelagið B36 skipar fyri
Kl. 10:00 – 17:00
Borðreitt verður við mati í Tórsgøtu og Vágsbotni
Kl. 10:00 – 17:00
Føroya Sjósavn: Framsýning av ymiskum djórasløgum úr sjónum
Kl. 10:00 – 17:00
B36 skipar fyri fótbóltsspølum í Vágsbotni
Kl. 12:00
‘Fótbólts-freestylari’ framførir í Vágsbotni
Kl. 14:00
Trølla Pætur við trappuna
Kl. 15:00
‘Fótbólts-freestylari’ framførir í Vágsbotni
Kl. 17:00
Liðugt