Høvuðsgrundgevingarnar kunnu m.a. síggjast í eini grein á Portalinum tann 29. januar, nevniliga at okkara góðu politikarar ikki vilja, at vinningurin av verkætlanini, sum verður sagdur at vera 1,5 – 2 milliardir krónur, skal enda hjá nøkrum privatum partaeigarum, men heldur nýtast til at fíggja aðrar samfelagsverkætlanir, so sum Sandoyartunnilin og kanska aðrar stórar verkætlanir við.
Hesar grundgevingar eru tiknar úr leysum lofti og hava einki sum helst við veruleikan at gera!
Tað er rætt, at ein privat verkætlan í prinsippinum kostar nakað meira enn ein almenn, men tey nevndu tølini eru burtur úr vón og viti.
Eigararnir av einum privatum felag taka sjálvandi ein ávísan prís fyri tann váðan, sum liggur í at átaka sær alla fíggjarliga o.a. ábyrgd av verkætlanini. Í eini verkætlan sum Skálafjarðartunlinum kemur hesin prísur fram í tí avkasti – ella vinningi – sum eigararnir skulu hava av sínum eginpeningi í felagnum. Vit kenna ikki støddina á hesum vinningi frammanundan, tí hann skal avtalast millum felagið og landsmyndugleikarnar, men eitt stað millum 10 og 15 % (lat okkum siga 12 %) um árið er helst á góðari leið. Roknast má við, at felagið – fyri at standa ímóti tí fíggjarliga váðanum – má hava einar 150 – 200 milliónir kr. í eginpeningi. Árliga avkastið av eginpeninginum verður sostatt umleið 12 % av 200 mió. kr. = 24 mió. kr.
Eitt alment partafelag skal ikki neyðturviliga hava nakran vinning av partapeninginum – og felagið krevur kanska heldur ikki nakran veruligan reiðan partapening, men kann heldur taka eitt lán. Hetta lán kostar helst umleið 6 % í rentum um árið, altso umleið 12 mió. kr. (6 % av 200 mió. kr.).
Veruligi kostnaðurin ella vinningurin fyri eginpeningin í einum privatum felag, samanborið við eitt alment partafelag, er sostatt umleið 12 mió. kr. um árið ella 120 mió. yvir 10 ár, 240 mió. yvir 20 ár o.s.fr. Vágatunnilin og Norðoyatunnilin skulu eftir ætlan gjaldast aftur yvir 15 ár, sum vildi svarað til umleið 180 mió. kr.
Hetta er umleið ein tíggjundapartur av talinum, sum nevnt er á Portalinum.
Ein annar meirkostnaður kemur av tí partinum av byggikostnaðinum, sum ikki verður fíggjaður við eginpeningi, men gjøgnum lán. Um samlaði kostnaðurin av verkætlanini er 1 milliard krónur, skulu 800 milliónir lánast. Køn fólk meta, at eitt privat felag helst skal gjalda umleið eitt prosent meira í árligari rentu enn eitt alment partafelag skal gjalda, tí trygdin aftan fyri eitt tílíkt alment felag verður mett at vera betri enn í einum privatum felag.
Hesin meirkostnaður er sostatt umleið 8 mió. kr. um árið (1 % av 800 mió.).
Samlaði meirkostnaðurin verður sostatt umleið 20 milliónir kr. um árið ta fyrstu tíðina, har av umleið 12 mió. kr. eru vinningur til felagið (sum løn fyri váðan). So hvørt, sum lánið verður goldið niður, gerst munurin minni.
Ein Sandoyartunnil verður mettur at kosta umleið 700 milliónir kr. Samstundis verður mett, at ferðslan í hesum tunli kanska fer at kunna fíggja raksturin, men ikki rentur og avdráttir av láninum. Treytað av afturgjaldstíðini v.m., fer árligi kostnaðurin fyri rentur og avdráttir helst at liggja um einar 60 - 70 mió. kr. um árið.
Tær 20 milliónirnar røkka sostatt í mesta lagi til at fíggja ein triðing av kostnaðinum fyri Sandoyartunnilin.
Tað er, hvat tað kann geva av pengum at taka Skálafjarðartunnilin úr hondunum á partafelagnum og kommununum við Skálafjørðin og leggja verkætlanina í eitt alment partafelag.
Men so eigur tað almenna eisini allan váða í sambandi við verkætlanina.
Restin av pengunum, einar 40 – 50 mió. kr. um árið, skal finnast aðrastaðni.
Og nú er tað, at henda samgongan framhaldandi vil hava Skálafjarðartunnilin at gjalda allan Sandoyartunnilin – og møguliga aðrar verkætlanir við. Tað kann einans gerast við at hækka gjaldið fyri at koyra ígjøgnum tunnilin.
Tað svarar til, at tað verður lagdur ein serskattur á brúkaran av Skálafjarðartunlinum fram um allar aðrar samfelagsborgarar í landinum.
Hetta er ein partur av tí, sum okkara politikarar – íroknað tveir av Skálafjørðinum – hava at bjóða okkum.
Men tað er ikki alt. Aðrir partar av søguni síggja soleiðis út:
Fyrst skaptu vit Føroya kanska bestu verkætlan nakrantíð. Tað varð gjørt við nógv stríð, men í góðari semju millum kommunurnar á Skálafjørðinum, sum er so ógvuliga umráðandi, tí vit fáa eina velduga ferðsluæðr beint inn í hjartað á fjørðinum. Fer hetta samanhald fyri bakka, er óvist, um vit nakrantíð fáa nakran tunnil (stríðið í Leirvík kann skjótt fara at líkjast eini sunnudagsskúlaútferð, samanborið við eitt stríð um Skálafjarðartunnilin).
Nú ætla okkara landspolitikarar at skræða verkætlanina úr hondunum á kommununum og frátaka teimum alla framhaldandi ávirkan á hana.
Sum grundgeving royna teir at billa Føroya fólki inn, at til ber at fíggja aðrar stórar samfelagsíløgur bara við at leggja verkætlanina við Skálafjarðartunlinum í eitt alment partafelag í staðin fyri at lata eitt privat felag gera tunnilin saman við kommununum kring fjørðin. Í veruleikanum ætla teir at áleggja okkum á Skálafjørðinum og her um vegir ein serskatt til einsamøll at gjalda ein Sandoyartunnil og møguligar aðrar verkætlanir við.
Hvat høvdu t.d. havnarfólk – ella suðuroyingar – sagt til, at ein bummur varð settur upp á R.C.Effersøesgøtu – ella í Hovstunlinum – har ein rívilig upphædd varð kravd frá hvørjum bili at gjalda Sandoyartunnilin fyri, meðan allir aðrir borgarar í landinum einki skuldu gjalda?
Ófatiligt, um tílíkt kann gerast við vælsignilsi frá okkara egnu politikarum av Skálafjørðinum!