Eina bylgju at kærleika hevur onkur kallað fagnaðargonguna, sum fer úr Sjónleikarhúsinum í Havn leygardagin klokkan 14 oman á Vaglið. Og tað er fitt sagt, so fyrireikararnir eru sjálvandi samdir, siga teir. Nú beint upp undir tiltakið halda tey seg hartil síggja greiðar ábendingar um, at skarin í gøtunum í Havn leygardagin verður stórur. Í dag høvdu einar 2.000 vitjanir verið á heimasíðuni, eitt-fo.net, sum er kunningarpallurin hjá fagnaðargonguni. Nøkur eintøk av plakatini, sum Suffía við Stein á Reproz hevur gjørt, eru hongd upp í høvuðsstaðnum, men øll kunnu taka hesa sera sigandi og snøggu plakat niður av somu heimasíðu og prenta hana út.
Tónleikur fyri øll
Fyrireikararnir frætta annars, at fólk úr alskyns umhvørvum ætla sær við til fagnaðin. Sum tað ljóðar, verður Miðbýurin í Havn ein vælsignaður vavgreytur av dialektum, lívsáskoðanum, aldursbólkum og frábrigdum annars. Umframt nógv spæl, sang, gykl og góð orð, fer ein sonn tónleikalig spreinging at gella heilt úr Tórsgøtu niðan í Norðurlandahúsið. Vit fara millum annað at hoyra: Dejavu, Havnarkórið, Kára Sverrisson, Lama Sea, Marius, Nikos Kapnas, Seks Stórar Veðrar við hornum, Spælimenn og 200. Nevnast kann, at Seks Stórir Veðrar er messingsekstett við navnframa trombonleikaranum, Dávi Juul Magnussen, og at 40 ára gamla føðingardagsbarnið, Havnarkórið, við Ólavi Hátún á odda, fer at hava stórfingna konsert í Norðurlandahúsinum aftan á fagnaðargonguna.
Karin og kakao
Klóka konan Karin Kjølbro kemur eisini við. Hon fer at siga nøkur ógloymandi góð orð um tað einfalda at vísa hvør øðrum virðing og geva hvørjum einstøkum borgara pláss og møguleika at liva lukkuliga her í landinum, sum vit øll elska.
Og børnini? Nei, tey verða ikki slept upp á fjall men oman í Tórsgøtu. Tí við sunnara enda á Margarinfabrikkini er nevnliga okkurt deiliga ósunt á skránni. Har fæst GARASJUKAKA Í KAKAGARASJU. Tey børn, ið klára at siga hetta uttan himpr, fáa ókeypis kakao, bollar og góðgæti. Og hini, sum tíverri ikki klára tað, fáa sjálvandi eisini kakao, bollar og góðgæti fyri einki, siga fyrireikarnir, sum enda sína fagnaðar fráboðan um føroyskt fjølbroytni við orðunum hjá Paul Eluard:
Okkum er til eydnu lagað
at gera vatn til ljós,
fáa dreymar í verk,
gera óvin til vin.