Ein brúgv úr Tjóðleikhúsinum út á Skansan

Fyrr kundu havnarfólk ganga út á Skansan eftir Skansavegnum umvegis Krákustein. Men tað sambandið mátti lúta fyri havnarútbyggingini fyri mongum árum síðani

Men nú fær Havnin aftur eina gonguleið – av Bursatanga og út á Skansan. 

Sambært vinnarauppskotinum hjá MAP Arkitektum til Nýggja Tjóðleikhúsið á Bursatanga í Havn, so skal ein brúgv gerast rundan um húsið og út á Skansan.

MAP Arkitektar skriva soleiðis um hendan partin í verkætlanini:

»Skansin er eitt av okkara fremstu fornminnum og tað einasta av sínum slag. Tá Skansin varð bygdur, var hann verjan hjá havnarfólki ímóti sjórænarum. Men í dag liggur skansin óvirkin og er ein tíðarlummi og eitt fríøki mitt í meldrinum við havnarlagið.

 

##med2##

Ferðafólk hava altíð verið drigin at Skansanum. Vaksin og børn hava spákað har og brúkt Skansan sum sítt frístað og spælipláss.

Síðani sambandið millum Skansabrekku og Skansan varð slitið, hevur verið tvørligt hjá fólki at sleppa út á Skansan til gongu og nærum ómøguligt hjá rørslutarnaðum. 

Høvuðstætturin hjá nýggja tjóðleikhúsinum er at bjóða fólki eina nýggja og trygga gongufarleið út á Skansan.

##med3##

 

Tung ferðsla frá bingjuhavnini koyrir fram við Skansanum og koyrir úr býnum eftir vegnum Yviri við Strond. Sambært heildarætlanini hjá Tórshavnar kommunu verður sjálvstøðugt koyrispor gjørt til tunga ferðslu frá bingjuhavnini.

Skansin er sostatt umskaraður av koyriveg við tungari ferðslu, og farleiðin er vandamikil hjá fólki til gongu.

Ein 276 metrar long trappa snarar seg um Tjóðleikhúsbygningin og førir teg frá Bryggjutorginum og upp á takið í 14 metra hædd, haðani ein brúgv førir teg út á Skansan.

Mælt verður til at gera eitt trapputorn við lift við vegjaðaran Tjóðleikhúsmegin, sum førir upp til brúnna frá Tjóðleihúsinum. Við hesum verður trygga farleiðin til Skansan eisini møgulig hjá fólki í koyristóli.

Brúgvin røkkur frá Tjóðleikhúsinum á kotu 15,73 og til parkerignsøkið við Skansan á kotu 16,0. Brúgvin er íalt 40 metrar long, og er longsta spennið 30 metrar millum trapputorn og Skansan.

Fríhæddin undir brúnnið er 11,5 metrar. Til samanberingar er fríhæddin á motorvegsbrúm 4,5 metrar. Brúgvin kemur sostætt ikki at darva farmaflutningi úr bingjuhavnini, skrivar MAP Arkitektar í vinnarauppskotinum.

 

##med4##