TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var í fótbóltspanelinum á Rás2 við Jonhard Hammer, stjóra í Miðlahúsinum.
Í samrøðuni fortaldi Jonhard Hammer um nýggju fótbóltsárbókina "Føroyskur Fótbóltur 2016", sum var løgd fram í Miðlahúsinum í dag.
Jonhard Hammer sigur, at tey í Miðlahúsinum løgdu dent á at geva út eina fjøltáttaða fótbóltsárbók, sum viðger bæði mans- og kvinnufótbólt, og eisini eina bók, sum viðger ungdómsfótbólt. Landsliðini fáa eisini umrøðu í bókini. Væl av myndum og hagtalstilfari er eisini í bókini.










