Ein bóndi skal fáa skil á gongd í haga

Uppgávuna, sum Helgi Abrahamsen ikki megnaði at fáa skil á viðvíkjandi gongd í haga, skal ein bóndi nú fáa skil á. Men hann vil ikki siga sína meining ov tíðliga

– Eg fari líka at finna út av, hvat vit eru stødd í hesum málinum. Tað er eisini sera týdningarmikið, at tað er ein politisk semja í tí málinum, eg fari tí ikki at melda øgiliga kraftiga út í morgun. Og tað er eisini øgiliga týdningarmikið, at tað er ein politisk semja í tí málinum. Einki kann gerast uttan politiska uppbakking.

 

Heldur tú ikki sum Helgi Abrahamsen, at tað skal vera frítt hjá øllum at ganga í haganum?

 

Eg fari ikki at vera so avgjørdur í morgun, eg fari at seta meg væl inn í málið, og eg skal nokk melda út, tá tað kemur har til.

 

Tú hevur jú sett teg inn í málið, tá tú hevur tikið við sessinum. Kanst tú ikki siga, um tú heldur, at tað skal vera øllum føroyingum frítt at ganga í haganum?

 

– Nei, tað fari eg ikki at siga nakað um í morgun, segði nýggi landsstýrismaðurin, Magnus Rasmussen.

 

Nýggi landsstýrismaðurin, sum skal fáa skil á spurninginum um gongd í haga hevur gott innlit í mál um jørð og haga, tí hann er sjálvur bóndi. Hann leigar eitt festi í Lamba frá Búnaðarstovuni, sjey merkur og fýra gyllin, sum hann rindar 110 krónur í leigu fyri um árið til Búnaðarstovuna.

 

Helgi Abrahamsen váttaði, at hansara hugsan er, at øll skulu frítt kunna ganga í haganum, men at í samgonguskjalinum stendur, at øll skulu vera samd.

 

– So tað er ikki bara ein spurningur um, hvat landsstýrismaðurin heldur, men hvat vit í samgonguni kunnu semjast um, segði Helgi Abrahamsen, nú fyrrverandi landsstýrismaður í vinnumálum.