Ein bilur koppaði og ein fór á rull

Vaktahavandi á løgreglustøðini upplýsir, at tað hevur verið ein friðarlig nátt, men at tað vórðu tvær fráboðanir í gjárkvøldið. Báðar støður vórðu íroknaðar bilar.

 

Ein lastbilur koppaði av landsvegnum millum Hósvík og Streymnes um 20 tíðina í gjárkvøldið. Orsøkin var ein sterk hvirvla. Eingin persónsskaði stóðst av hendingini.

 

Ein bilur hevði staðið parkeraður við róðraneystið á Argjum. Eigarin boðaði um 19 tíðina í gjárkvøldið frá, at bilurin var burtur. Hann bleiv senni funnin á sjónum. Eftir øllum at døma er bilurin farin á rull og endaður við at fara á bláman.