Ein beiskur biti hjá løgmanni at svølgja

Edmund Joensen er rættiliga óloyalur ímóti sínum egna formanni og orðalagið hjá honum má verða ringt hjá Kaj Leo Johannesen at svølgja

- Hetta má vera ein beiskur biti hjá løgmanni at svølgja.

John William Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag, er ikki fegin um framferðina hjá floksfelaginum, Edmundi Joensen, seinastu dagarnar.


Skjóta eftir hvørjum øðrum

Sambandsflokkurin er komin í stríð við seg sjálvan um ríkisveitingina úr Danmark. Í farnu viku kom tingmanningin hjá Sambandsflokkinum til ta niðurstøðu, at samgongan eigur at bera so í bandi, at ríkisveitingin úr Danmark verður hækkað. Nakrar dagar seinni sendi Edmund Joensen, tingmaður og fólkatingsmaður út sokallað tíðindaskriv um tað sama sum um at hetta var nakað, hann sjálvur hevði funnið upp á.

Tað fekk Kaj Leo Johannesen, løgmann og formann Sambandsfloksins at tala at og hann helt, at tað átti at verið óneyðugt hjá einum einstakum tingmanni at sent tíðindaskriv út um nakað, sum øll tingmanningin var vorðin samd um nakrar dagar frammanundan.

Hann gjørdi eisini greitt, at hann fór ikki at seta samgonguni krøv, sum eru i stríð við samgongskjalið.

Edmund Joensen kvitteraði við einum heilt óvanligum nefsi til sín egna formann í lesarabrævi í mikukvøldið, har hann hvassorðaður kunngjørdi fyri Føroya fólki, at ”tey, sum í næstum fara at kenna sviðan av sparingunum á fíggjarlógini, eiga at senda oddafiskunum í ABC-samgonguni ein tanka”.

Sostatt ábyrgdaði hann eisini sín egna formann, Kaj Leo Johannesen, fyri skerjingar, sum hann staðfestir, at tað ikki slepst undan at gera í vælferðartænastunum næsta ár Samstundis á fólk, sum verða rakt av sparingunum um at senda Kaj Leo Johannesen ein tanka, tá ið skerjingarnar raka.


Edmund farin ov langt

Og nú heldur formaðurin í Norðoya Sambandsfelag, at Edmund Joensen er farin út um mark.

Hann viðurkennur fult út rættin hjá einstøkum politikarum at siga sína hugsan.

Og hann heldur eisini, at tað er onki løgið, at orðaskiftið verður óvanligt í samfelagsliga spentum tíðum, sum hesum, vit nú eru í.

- Men orðavalið, sum hevur verið brúkt ímillum floksfelagar í Sambandsflokkinum seinastu dagarnar, hevur ikki verið heppið, sum hann málber seg.

John William Joensen heldur, at tað skal vera eitt mark og hann heldur, at hetta síðsta útspælið hjá Edmundi Joensen fór út um mark.

- So spurningurin um hann fær eitt nefs frá floksleiðsluni

Hann staðfestir, at endamálið hjá leiðsluni er at halda einum livandi flokki saman.

- Men spurningurin er nær einstakir politikarar svinga seg framum leiðsluna og tað er ikki heppið.

Spurningurin er eisini, at hvussu savnandi floksformaðurin kann vera, tá ið hann verður niðurgjørdur á slíkan hátt, sigur John William Joensen.

Hann heldur nevniliga, at Edmund Joensen er rættiliga óloyalur.

- Orðalagið hjá Edmundi Joensen, má verða tungt hjá teimum at fáa út yvir seg, sum sita við samráðingarborðið og at fáa eitt úrslit burtur úr.

Hetta má vera ein beiskur biti hjá Kaj Leo Johannesen at svølgja og hetta má eisini verða tórført at góðtaka hjá restini av tingmanningini, sum stendur leiðsluni við lið, leggur hann afturat.

Hann fæst kortini ikki at siga beinleiðis, um hann heldur, at løgtingsmaðurin eigur at fáa eitt nefs frá floksleiðsluni.

Annars heldur hann, at Kaj Leo Johannesen hevur dugað rættiliga væl at takkla hesa støðuna og sjálvur er hann sera væl nøgdur við leiðsluna í flokkinum.