Ein av størstu turrdokkum í Evropa

Byggingin er í gongd, og eftir ætlan skal dokkin standa liðug á sumri 2020 – ella um stívliga eitt ár.

PSW Group og Wergeland byggja nú eina risastóra turrdokk í tí, sum rópt verður Gulen Industrihamn í Sogn og Fjordane í Noregi.

 

- Vit síggja hetta sum ein fantastiskan møguleika, sigur Oddbjørn Haukøy, fyrisitingarstjóri í PSW Group við norskar miðlar, sum www.aftenbladet.no endurgevur.

 

Ætlanin við stóru turrdokkini er at veita eftirlit, umvælingar og viðlíkahald av boritornum, boriskipum, bústaðarpallum í oljuvinnuni og skipum annars.

 

Tað er Wergeland Group, sum skal standa fyri byggingini av sjálvari dokkini, sum verður 200 metrar long og stívliga 100 metrar breið við einum dýpi á 25 metrar.

 

At dokkin verður so stór, ger, at flestu skip í Noregi fara at sleppa inn í hana. Byggingin er longu í gongd, og eftir ætlan skal dokkin standa liðug á sumri 2020 – ella um stívliga eitt ár.

 

Í løtuni verður ikki upplýst, hvussu nógv nýggja turrdokkin í Sogn og Fjordane í Noregi fer at kosta, men talan er um eina stóra íløgu, siga eigararnir.