Ein av hesum trimum verður ársins fyrimynd í ár

Um tríggjar vikur fara tey at heiðra ársins fyrimynd í ítrótti og valið stendur ímillum trý ítróttarfólk

 

Tað verður ein hondbóltsspælari, ein fótbóltsspælari, ella ein sum íðkar  judo, sum verður ársins ítróttarfyrimynd í ár. Tað er greitt, nú uppksot eru komin inn um, hvør skal vera ársins ítróttarfyrimynd á Ítróttarfagnaðinum, sum er eitt tiltak, sum verður um tríggjar vikur

Tey trý, sum eru í uppsoti til at fáa heiðurin, eru Guðrið Krosslá Augustinus úr VB, Per Mikkelsen úr Skála Ítróttafelag og Malvinus í Gong úr Klaksvíkar Judofelag.

 Heiðurin at verða ársins Ítróttarfyrimynd verður latin einum íðkara, venjara, liðleiðara, nevndarlimi ella øðrum, ið tekur ítróttin í álvara, og sum er fyrimynd hjá hinum við einum jaligum hugburði bæði til venjing og kapping.

Guðrið Krosslá Augustinussen er ein av berandi kreftunum í VB. Hon hevur stóran týdning sum leikari í bestu deildini, har hon hevur spælt í 22 ár. Samstundis er hon venjari, dómari og harafturat er hon eisini ógvuliga virkin í tí  sjálvbodna arbeiðinum. Guðrið Krosslá Augustinussen skipar eitt nú fyri hondbóltsskúlanum, ið er afturvendandi tiltak á hvørjum ári, og hon stóð fyri kappingini, Faroe Islands Handball Cup, sum var á fyrsta sinni í fjør

Per Mikkelsen hevur, í nógv ár, offrað tíð, orku og ídni upp á ungdómsfótbóltin á Skála, har hann venur 6-7 lið sum part av sjálvbodna arbeiðinum. Venjingarnar eru væl skipaðar, og hann leggur alla sína sálarligu orku í børnini og tey ungu. Per Mikkelsen er eisini nevndarlimur í Skála Ítróttafelag.

 Malvinus í Gong hevur, einsamallur, og av sínum eintingum, endurreist Klaksvíkar Judofelag, sum hevði ligið stilt í nógv ár. Og nú er Klaksvíkar Judofelag eitt livandi felag við nógvum íðkarum, og felagið skapar gleði hjá nógvum børnum í Klaksvík. Malvinus í Gong eigur einsamallur æruna av endurreisnini av Klaksvíkar Judofelag.

 

Ítróttarfagnaðurin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði verður tann 13. februar og sent verður beinleiðis í sjónvarpinum hjá KvF.