Ein australiari við føroyskari rót

Føroyingar finnur ein allastaðni kring heimin, og fleiri teirra búgva í so fjarskotnum landi sum Australien.

Nú er ein maður í Klaksvík áhugaður í at frætta nærri um ein føroying, sum fyri 136 árum síðani legði leiðina hagar.

Hetta er stutta søgan um ein mann, sum er føddur í Føroyum, og sum fyri meiri enn 130 árum síðani flutti so langt sum til Australiu.
Talan er um Lourentz Peter Johnson, sum varð borin í heim í 1853. Hann flutti síðani sum blaðungur til Victoria í Australia, helst umleið 1870 for the gold rush, sum tikið verður til.
Nógv virksemi var tá í gullnámunum í hesum økinum, og sagt verður um Lourentz at starv hansara var mining engineer t.v.s. var maskinmaður í einum av námunum her.
Víðari verður sagt, at hann giftist við Elizabeth Beacham hin 6. mars 1880 í Ballarat, og at tey fingu 11 børn. Eitt teirra er Merran, sum Hilda Alice Johnson var móðir at.
Lourentz sjálvur andaðist 1. februar 1918 í Maryborough í Victoria, eins og myndin av gravsteininum vísir.
Av øðrum ættarfólkum kunnu verða nevnd hesir persónar:
Hilda Alice Johnson (1898 1976)
Joyce Johnson Hazeldina (1915 - )
Margaret Lloyd Keir (1937 - )
Merran Frances Dyer (1961 - )
 
Alt hevur áhuga
Jógvan Páll Poulsen í Klaksvík er sera áhugaður eftir at frætta, um nakar av lesarunum hjá Sosialinum munnu vita meiri um henda Louentz.
- Hann stendur til at hava Johnson til eftirnavn. Men tað kann eins væl vera Joensen, sum er vælkent her hjá okkum, sigur Jógvan Páll.
Nøvnini í familjuni annars eru eisini nøvn, sum eru kend á okkara leiðum. Tí er hann sera áhugaður í at vita, um nakar veit meiri um henda mannin og ætt hansara.
Hann hevur roynt hetta áður, men fekk hann ikki so nógv burtur úr júst tá. Nú roynir hann so aftur.
- Her hevur sjálvt tann minsti upplýsingurin stóran áhuga, sigur hann.
Veit onkur nakað at siga um henda mannin og ætt hansara, so kunnu tey ringja til Jógvan Páll 456729 ella 227175.