Eimskip økir tænastuna innan fiskivinnuøki

Eimskip hevur stovnað nýtt felag innan altjóða framflutning av farmi

FARMAFLUTNINGUR

Í hesum døgum stovnar Eimskipafelag Íslands ehf. fyritøkuna Eimskip Reefer Logistics BV. Felagið er stovnað við tí fyri eyga at økja tænastuna í framflutningi av frystum og køldum fiskavørur kring allan heimin. Málið við nýggju fyritøkuni er at styrkja heildartænastu Eimskips innan fiskivinnuøki.
Nýggja felagið fer at samskipa tænasturnar frá ymsu Eimskip skrivstovunum, bæði í Føroyum, Íslandi og uttanlands. Hetta ger, at tað ber til hjá Eimskipum at bjóða samskipaðar og enn meira víttfevnandi tænastur innan sjóflutning og goymslu av fiskavørum runt um í heiminum. Nýggja felagið fer eisini at virka sum bindilið millum verandi tænastur hjá Eimskipum og tænastunum hjánorska felagnum CTG, sum Eimskip keypti meirilutan av fyri tíð síðan. Eisini verður fyritøkan bindilið við onnur skipafeløg og tænastuveitarar. Dentur verð ur lagdur á at bjóða heildarloysnir, har platta- og bingjuflutningur verður samansjóðaður eftir tørvi.
Høvuðsskrivstovan hjá Eimskip Reefer Logistics BV verð ur í Hollandi; bæði í Rotterdam og í Schiphol Airport, har partur av flogfraktartænastu Eimskips er. Har er eisini ein onnur fyritøka hjá Eimskipum, nevniliga fyritøkan Freshport, sum hevur at gera við handling og tænastu av feskvørum loftvegis. Stjórin í nýggja felagnum er Bas Giezen. Hann hevur royndir, sum sølu og marknað arleiðari í einari av størstu fyritøkum í Europa innan flutning og goymslu av fiskavørum.
Heimshandilin innan fiskavørur er broyttur munandi seinnu árini. Størri og størri partur av framleiðsluni av fiskavørum fer fram í Kina. Keyp og søla av ráðvøru og fiskavørum annars fer fram allastaðni í heiminum. Hetta ger, at eftirspurningurin eftir øðrvísi flutningstænastum økist saman við øktum krøvum til úrslit og til trygd.
Við felagnum Eimskip Reefer Logistics BV økir Eimskip munandi um sína altjóða tænastu. Málið er at ganga øktu krøvum kundans á møti.
Flutningur Eimskips av frystum og køldum fiskavørum er vaksin munandi seinastu árini. Árliga stendir Eimskip fyri flutningi av 600.000 tonsum av fiskavørum kring allan heimin. Eimskip arbeiðir við at stovna fleiri skrivstovur og fáa fleiri umboð í umráðum, sum eru av týdningi fyri fiskivinnuna, siga Eimskip í Føroyum í tíðindaskrivi.