Eimskip byggir skrivstovu og vørugoymslu á Skansabryggjuni

Starvsfólkini hjá Eimskip seta spakan í á Skansabryggjuni hósdagin 6. juni

Sum fyrsta flutningsfyritøka í landinum, fer Eimskip nú undir at byggja egna skrivstovu og vørugoymslu á havnarøkinum í Havn. Byggifelagið MT Højgaard stendur fyri byggingini, ið fer at seta dám á Saknsabryggjuna í Havn næstu mánaðirnar.
Hósdagin 6. juni seta starvsfólkini hjá Eimskip spakan í, og í hesum sambandi verður høvi eisini nýtt tilat undirskriva sáttmálar við byggifelagið MT Højgaard, Tórshavnar Býráð og Tórshavnar Havn.
Síðan verður farið í gongd at byggja. Nýggi bygningurin, ið verður samanlagt 1.500 fermetrar til støddar, verður lðugur at flyta inn í síðst í árinum, um alt gongur eftir ætlan.
Nýggja skrivstovan verður 300 fermetrar til støddar, og fer at skapa betri umstøður fyri tey 25 starvsfólkini, sum í dag starvast dagliga á skrivstovuni hjá Eimskip.
Talan er um ein framkomnan bygning við øllum teimum nýggjastu hentleikum innan goymsluøkið. Stórur dentur er lagdur á góðsku, soleiðis at Eimskip kann bjóða sínum viðskiftafólki eina nýmótans vøruhandfaring. Bingjurnar verða framyvir fyltar og tømdar inni í vørugoymsluni. Tær verða koyrdar heilt til dyrnar og tømdar gjøgnum serligar dyr fyri bingjur. Hetta hevur við sær, at vøran ongantíð kemur at standa úti í regni og vindi og verður lítið handfarin. Á henda hátt kann Eimskip tryggja bestu viðferð av vøruni.
Umframt vanliga vørugoymslu bjóðar Eimksip eisini viðskiftafólkunum at goyma vøru á eini frígoymslu. Har kann hon goymast ótollað, til hon verður tikin út eftir tørvi. Tað sparir kundanum gjaldføri, og kann hann senda vøru av landinum aftur ótollaða, um hann ikki fær brúk fyri henni.
Vøruhotel og -útkoyring er enn ein onnur tænasta, Eimskip fer at bjóða kundunum. Um kundin manglar goymslupláss í styttri ella longri tíðarskeið, kann hon liggja á goymslu hjá Eimskip.
Við hesum vil Eimskip bjóða viðskiftafólki sínum eina framkomna og trygga flutningstænastu á hædd við fremstu flutningstænastur í heiminum.