Eilif var føddur í Fuglafirði, men hevur meginpartin av lívinum búð í Havn. Foreldrini vóru Rakul Malena Midjord og Steingrím Samuelsen, sum bæði vóru úr Fuglafirði.
Borgarliga arbeiðið hjá Eilifi hevur verið lærari, men úti um landið man hann vera mest kendur sum politikkari. Hann tók læraraprógv í Haslev í 1958 og var so í Fuglafirði, í Hvalvík, Tórshavnar Kommunuskúla og á Venjingarskúlanum. Eisini hevði hann tímar á Læraraskúlanum.
Eilif var á árskeiði á Danmarks Lærerhøjskole 1968-69 í donskum máli og bókmentum. Hann var formaður í Lærarafelagnum í 12 ár frá 1968, blaðstjóri á Skúlablaðnum 1947-81, limur í Landsskúlaráðnum 1992-94 og í Mentanargrunninum 1986-94. Hann hevur havt stóran áhuga fyri sangi og tónleiki og var dirigentur fyri Kristiliga Sangkórinum. Eisini var hann formaður í Tórshavnar Musikkskúla 1988-94.
Eilif var tingmaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoy 1978-90. Hann hevur eisini verið landsstýrismaður tvær ferðir: 1981-85 og 1994-98. Bæði skeiðini umsat hann skúlamál, og í seinna førinum var hann mest í andglettinum sum landsstýrismaður í kommunumálum.
Sum pensionistur er Eilif sera virkin. Hann hevur sítt egna forlag, Forlagið Hemlið, sum gevur út klassikararar í heimsbókmentunum á føroyskum. Í 2004 gav hann út “Játtanir Augustinusar”, sum er ein av teimum mest týðandi og mest nýskapandi verkunum í latínskum bókmentum. Í 2005 gav hann út bókina “Fedrar og synir” eftir Ivan Sergejevitj Turgenjev, og 2008 gav hann út bøkurnar
“Barrabas” og “Bøðilin” eftir Pär Lagerkvist.
Eilif er giftur við Katrini Hansen úr Saksun. Tey eiga børnini Sigrun og Jákup.
- red









