Vit búgva nú eina ferð í Føroyum, og her kunnu vit vænta alt millum himmal og jørð. Eg kann til stuttleikar nevna fyrsta dystin í Gøtu í ár. Har byrjaði við kavaroki, síðani kom sól, so vindur, og tá dysturin endaði, oysti tað niður. Somikið ymiskt kann veðrið vera innan fyri bara 90 minuttir, men tað er so bara nakað, sum vit mugu læra at liva við.