Virðið á partabrøvunum í Eik Banka er minkað 10 prosent á børsinum í Keypmannahavn fyrrapartin Kreppan hjá Roskilde Bank ávirkar framvegis virðið á partabrøvunum í Eik Banka, og fyrrapartin var ávirkanin so stór, at føroyski bankin er tað felagið, sum hevur havt størsta fallið í dag.
Sambært Børsen er virðið á Eik Banka minkað 65 prosent í ár.
Børsen skrivar, at ávaringarljósini blunka nú í Eika Banka, og at støðan minnir um støðuna hjá Roskilde Bank. Men hesum vísir leiðslan í Eik Banka aftur.
Marner Jacobsen, forsetjóri, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at skrivingin í Børsen er misvísandi, og at sum støðan er í løtuni, fær Eik Banki ikki brúk fyri hjálp. Hann væntar heldur ikki, at Eik Banki fer at staðfesta serliga stórt tap.










