Í landsrættinium vóru fýra menn í leiðsluni í falna Eik Banka í Danmark dømdir. Teir eru nú fríkendir.
Hægsti rættur hevur í morgun frikent seks fyrrverandi limir í leiðsluni í falna Eik Banka fyri stórt endurgjaldskrav.
Dómurin er ein broyting av dóminum í landsrættinum, har fýra av teimum seks vórðu dømdir at rinda 28,6 milliónir krónur pluss rentur.
Landsrætturin fríkendi en nevndarlim og ein stjórnarlim. Grannskoðarin var eisini fríkendur, men tann parturin av dóminum varð ikki kærdur til Hægstarætt.
Umframt tað at Finasiel Stabilitet ikki fær rætt til endurgjaldskrav, standa tey eftir við eini milliónarokning fyri sakarmálskostnaðin.
/ritzau/











