Eik-samtakið hevur í dag, týsdagin 29. mai kl. 08.00, boðað Københavns Fondsbørs frá, at samtakið hevur keypt SkandiaBanken í Danmark Tað stendur í tíðindaskrivi, sum Eik Banki hevur sent miðlunum.
? Harvið er størsti internetbankin í Danmark við meira enn 115.000 kundum vorðin partur av Eik-samtakinum. Talan er um størsta fyritøkuhandil í Føroya søgu, skrivar Eik Banki í tíðindaskrivinum. Í løtuni er tíðindafundur, har bankin greiðir nærri frá keypinum av SkandiaBanken.
SkandiaBanken verður frameftir rikin undir navninum Eik.dk. Við keypinum veksur Eik-samtakið munandi og telist nú millum 15 teir størstu bankarnar í danska ríkinum. Harumframt fer Eik fyri fyrstu ferð inn á privatkundaøkið í Danmark.