Mánadagin 1. desember 2008 kl. 09.30 letur Eik Banki í Klaksvík upp í nýggjum og prýðiligum deildarbygningi í miðbýnum í Klaksvík. - Vit eru øll spent her norðuri og gleða okkum serliga at kunna bjóða kundunum virðiligar, góðar og nýmótans umstøður, tá teir gera forrætningar her, ella vit veita fíggjarliga ráðgeving, sigur Hilmar Sam Lamhauge, leiðari á deildini hjá Eik í Klaksvík.
Fríggjadagin 28. november kl. 15.00-17.00 verður almenn móttøka í Klaksvík. Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvi, har okkurt gott verður til góman, og høvi verður at heilsa upp á fólk úr Eik.
Hósdagin 27. november kl. 13.00 letur verandi deild í Klaksvík aftur.
Sum myndin omanfyri vísir, er arkitektoniska úttrykkið hjá Eik í Klaksvík spennandi, og deildin er sjónlig - bæði um dagin og eftir, at skýmingin liggur um bygningin í miðbýnum í Klaksvík.