Roknskapur
Jákup Mørk
Í granskingingini, sum Eyðfinnur Jacobsen hevur gjørt av Eik-banka, framgongur greitt, at Eik-grunnurin als ikki hevur hildið seg til ásetingarar í ársroknskaparlógini, tá grunnurin lat roknskap gera.
Serliga eru tað partabrøvini í Eik Banka, sum vórðu skeivt virðissett, og meðan tað í 2007 viðførdi eina eginogn, sum var væl minni, enn hon átti at verið, so avleiddi hetta ovurhonds stórar vantandi niðurskrivingar í 2008.
Álit til alemnningin
Ársroknskaparlógin er saman við grannskoðanarátekningi garanturin fyri, at roknskapir fyri fyritøkur, grunnar og onnur roknskaparskyldug verða settir upp eftir ávísum leisti. Lóggávan tryggjar, at móttakarin – tann, ið hevur tørv á at lesa roknskapin – hevur nakrar greiðar reglur at ganga eftir, tá metast skal um roknskapin.
Grannskoðanarátekningin er váttanin fyri, at nevndin hevur sett roknskapin upp í samsvari við galdandi lóggávu, og at týðandi feilir ikki eru í roknskapinum. Hevur grannskoðanin ikki givið orsøk til supplerandi upplýsingar ella fyrivarni, er talan um sonevnda blanka átekning. Hendan merkir, at grannskoðarin samdur við leiðslu og nevnd í, at roknskapurin lýkur øll krøv til góðan roknskaparsið. Ein blonk átekning merkir eisini, at roknskapurin er settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga.
Granskingin hjá Eyðfinni Jacobsen vísir tó, at roknskapirnir hjá Eik-grunninum innihelt fleiri skeivleikar, sum samanlagt tátta í tvær milliardir.
Innrokningin av Eik Banka varð gjørd til innara virði, sum svarar til tað, ið partabrøvini eru verd sambbært roknskapinum. Tað er tó ikki altíð, at hetta hevur so nógv við sjálvt søluvirðið at gera, og her krevur roknskaparlóggávan, at kann eitt søluvirði staðfestast, so skal hetta brúkast. Eik-Banki var skrásettur á virðisbrævamarknaðinum, og tí kundi ein neyvur søluprísur lættliga staðfestast, men hetta valdi leiðslan í Eik-grunninum ikki at gera.
Í granskiningi av Eik-grunninum vísir Eyðfinnur Jacobsen á, at íløgan hjá grunninum í Eik Banka av røttum skuldi verið virðissett til søluvirði. Eisini átti grunnurin um hetta mundið fleiri aðrar kapitalpartar, sum eisini áttu at verið virðissettir til søluvirði heldur enn innara virði.
Eisini vísir Eyðfinnur Jacobsen á, at samlaði koncern-roknskapurin hevur skeivleikar, tá talan er um útsettan skatt og um virðissetan av goodwill.
Høvdu hesi viðurskfiti verið uppgjørd, soleiðis sum roknskaparlóggávan ásetur, hevði roknskapurin fyri Eik-grunnin víst eitt hall upp á 2,4 milliardir í 2008. Roknskapurin, sum varð latin skrásetingini, vísti eitt hall upp á 425 mió kr.
Talvurnar, sum verða vístir her á síðunum eru úr frágreiðingini hjá Eyðfinni Jacobsen, og vísa tær ávirkanina, sum omanfyrinevndu rættingar høvdu havt á ársúrslit og eginogn fyri Eik-grunnin.
Eingin klokka ringdi
Vórðu tær broytingar, sum roknskaparlóggávan ásetur, framdar, tá roknskapurin fyri 2008 varð innlatin, so er lítil ivi um, at fleiri alarm-klokkur høvdu ringt.
Roknskapurin hevði tó eina blanka átekning frá grannskoðaranum. Og grunnaeftirlitið góðtók roknskapin sum innkomnan, uttan at nøkur viðmerking varð gjørd yvirhøvur. Enntá kundi grunnurin á vári í 2010 veita milliardatrygd vegna Eik mótvegis Finansiel Stabilitet. Ein trygd, sum neyvan kundi verið veitt, um roknskapurin varð settur upp í tráð við roknskaparlóggávuna, ella um Finansiel Stabilitet hevði lagt orku í at gjøgnumganga roknskapirnar fyri 2008 og 2009.
Eik Banki - og harvið eisini Eik grunnurin - fór av knóranum á heysti 2010.