Eik Banki yvirtekur Íløguspælið

Sum flestu kunnugt yvirtók Eik Banki virksemið hjá Kaupthing Banka beint áðrenn nýggjár. Við yvirtøkuni fylgdu tær skyldur, sum Kaupthing hevði frammanundan í Føroyum Hetta merkir, at tað er Eik Banki sum hevur ábyrgdina av Íløguspælinum fram til endan. Spælið endar fríggjadagin 11. januar, so tá skuldi verið greitt, hvørjir tríggir teir bestu spælararnir eru.

Vinningarnir verða handaðir við móttøku í Miðlahúsinum væntandi fyrst í næstu viku, men nærri verður kunngjørt um hetta í Sosialinum seinni í vikuni. Fyrsti vinningur er kr. 50.000, annar vinningur kr. 25.000, og triði vinningur kr. 10.000.