Eik Banki visti ikki betur

Hoyr samrøðu við Jógvan Elias Winther Poulsen um sakarmálið um sokallaðu tryggu virðisbrøvini

Landsrætturin dømdi fyrr í dag Poul Michelsen og Sólborg Dulavík bæði at tapa sakarmálið móti Eik Banka um sokallaðu “tryggu virðisbrøvini.”

 

Rás 2 hevur tosað við Jógvan Elias Winther Poulsen, sakførara hjá Eik Banka, um dómin hjá Landsrættinum.

 

Í Føroya rætti fekk Poul Michelsen viðhald, men nú varð so dømt ímóti honum.

 

Føroya rættur kom til, at ráðgevin hjá Eik Banka, sum Poul Michelsen tosaði við, skuldi havt ávara hann um, at Lehman Brothers var um at fara av knóranum. Eik Banki hevur hildið fast við, at teirra ráðgeving bilti einki, at Lehman Brothers høvdu eina góða rating, og at teir tí ikki vistu at bankin var um at fara á heysin. Landsrætturin hevur í dag givið Eik Banka rætt í síni meting, at teir ikki vistu betri, og tí ikki kunnu lastast fyri ráðgevingina, teir góvu Poul Michelsen.

 

Les eisini Poul Michelsen misti 318.000 krónur 

 

Annars hevur Landsrætturin staðfest, at Eik Banki ikki hevur ábyrgd av tí arbeiði, sum bleiv gjørt í Kaupthing Banka, áðrenn Eik yvirtók deildina. So hóast ráðgevingin í Kaupthing Banka kanska hevur verið ring, so heftir Eik Banki ikki fyri hetta, hóast tað í summum førum vóru somu fólk, ið umboðaðu bankarnar mótvegis kundunum.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Jógvan Elias Winther Poulsen.