Keyp
Um middagsleitið í dag boðaði Eik Banki frá, at bankin hevur keypt 30% av innheintingarfyritøkuni Intrum Føroyar. Somuleiðis er greitt, at Suðuroyar Sparikassi hevur keypt 3%.
Partarnir upplýsa ikki, hvussu stór henda íløgan er.
Peningastovnarnir hava sínar egnu innheintingardeildir, men sum skilst, fara teir frameftir at brúka Intrum Føroyar til ein part av innheintingini.
Intrum Føroyar fer soleiðis ikki at yvirtaka alla innheinting hjá Eik Banka og Suðuroyar Sparikassa, men fer at gerast ein partur av ”prosessini”, sum tikið verður til.
Samstundis, sum Eik Banki og Suðuroyar Sparikassi nú hava keypt part av Intrum Føroyar, er innheintingarfyritøkan eisini styrkt.
Tvey ár liðin
Jákup Jensen, stjóri, sigur, at tað var íslendska fyritøkan Intrum í Íslandi, sum setti partapeningin í Intrum Føroyar, tá fyritøkan byrjaði sítt virksemi í Føroyum.
- Tað vóru mong sum søgdu, at marknaðurin í Føroyum var ov lítil til, at eini slíkari fyritøku kundi vera lív lagað. Eisini søgdu fólk, at eingin fór at brúka okkum til innheinting. Hetta gjørdi uppgávuna at standa á odda fyri hesi fyritøku uppaftur meira spennandi. Hesi bæði árini hava víst, at nógvar føroyskar fyritøkur hava brúkt okkara tænastu og hava ásannað, at innheinting er okkara ”spesialið”.
Jákup sigur, at í Íslandi eru stóru bankarnir parteigarar í Intrum í Íslandi.
- Tá vit fór undir okkara virksemi í Føroyum, bjóðaðu vit lánistovnum í Føroyum at gerast parteigarar, og nú tvey ár eru liðin, eru Eik Banki og Suðuroyar Sparikassi vorðnir partur av fyritøkuni.
Stjórin sigur, at hann hevur ligið fram við nakrar ferðir fyri at fáa bankarnar at gerast parteigarar í Intrum Føroyum, og nú er hetta so veruleiki.
Einki broytt
Jákup Jensen sigur, at Intrum Føroyar fer at reka sítt virksemi og sínar tænastur sum frammanundan, og viðskiftafólk – kravánarar og skuldarar - fara einki at merkja til, at Eik Banki og Suðuroyar Sparikassi nú eru partur í fyritøkuni.
- Okkara virksemi verður rikið púrasta óbroytt, sigur hann.
Stjórin í Intrum Føroyar sigur, at tíðin fer at vísa, hvørjar tænastur innheintingarfyritøkan og nýggju parteigararnir fara at samstarva um – og í hvønn mun Intrum Føroyar fer at gera uppgávur fyri lánistovnarnar, sum nú eiga í fyritøkuni.










