Eiit hvørt samfelag er altíð á ferð

Eivin Jacobsen, Løgtingsmaður
-----
Vit hava enn einaferð lagt eitt ár afturum okkum. Soleiðis er okkara lívsleið, duld. Ein ferð ímillum varðar. Seinastu vikurnar hava okkara útisetar fylt tað heimliga bergi.
Hóast lágættin er kørg við sínari ljósglæmu hesa árstíðina, og dagsljósið mitt á degi hoknar undir myrkrinum, so hava hesar vikur verið fyltar við lívi og gleði um at hava havt okkara útisetar heima á klettunum aftur.
Fyri tann sum hevur alsk fyri náttúruni, kundi hetta verið ein samanbering í myndatalu. Tíðin tá fuglurin rímur og bergi tømist. Eftir situr tann gamli búfuglurin og kúrur. Hagin, fjøran, ja øll náttúran ballar seg í sín vetrarfrakka.
Men vit eiga at gleðast um at farið er um stytsta dag, og skjótt tognar dagur. Náttúran vaknar úr sínum vetrardvala, hvar alt lív aftur stendur í sínum fagrasta blóma.”Soleiðis eru vit altíð á ferð”.
Nógv fokus hevur seinastu tíðina verið sett á trupulleika við fráflyting. Ein trupulleiki, sum ikki eigur at verða politiskt litaður.
Spurningurin er ikki høgra vinstra, samband ella loysing, tað er hetta alt av týdningarmikið til. Málið eigur at verða, hvussu lyfta vit hesa byrðu í felag.
Í bókini Exit Føroyar, sum kom út undan jólum, verða fleiri trupulleikar lýstir, viðvíkjandi fráflyting. Men nøkur einføld loysn er ikki at fáa eyga á. Í bókini eru fleiri áhugaverdir kapittlar, sum ikki bara lýsa trupulleikan, men eisini taka útgangsstøði í okkara samfelag, sum tað nú einaferð hevur ment seg.
Vit eiga at fyrihalda okkum til henda trupulleika, og seta út í korti hvussu vit ætlað at loysa hann.
Ein afturvendandi setningur í nærum hvørjum kapitli í bókini er, at Føroyar er ikki fremsta land, tá talan er um at skapa møguleikar fyri okkara ungdóm. So gott sum allur hægri lesnaður er uttanlands. Alt størri partur av ungdóminum, sum fer av landinum vendir ikki heimaftur, tí okkum vanta bæði útbúgvingarmøðuleikar, vinnumøguleikar og ikki minst bústaðarmøguleikar.
At einstaklingar, vinnulív, land og kommunur gjøgnum allar tíðir hava verið á ferð er einki nýtt. Soleiðis hevur altíð verið, og ferð at verða. Tað er okkara styrki.
At vit eru málrættað, tá talan er um okkara samfelagsmenning, hava vit fleiri dømir um. Men um raðfestingin hevur verið røtt eru nokk fleiri meiningar um.
Fyri at nevna okkurt úr rúgvuni, og samanbera tað við orðaskiftið um fráflyting, og lýsa tað í einum longri og stytri tíðarskeiði, og týdningin av hesum, hevur infrakervið fylt nógv í almenn rúminum, seinastu øldina.
Breið semja hevur altíð verið um, at skuldu vit mennast, sum samfelag, var týdningarmikið, at vit høvdu eitt smidligt infrakerv.
Ein treyt fyri hesum var at allar bygdir, oyggjar vóru knýttar saman í eitt samferðslukervi, hetta hevði týdning fyri vinnulív, útboð av arbeiðsplássum, bústaðarmøguleikar, útbúgvingarmøguleikar og ikki minst tey persónligu sambondini.
Um ikki komin á mál, so hava 86% av føroyingum vegasamband við høvuðsstaðin.
Onnur dømir, so sum barnagarðsøkið, eldraøkið kundi eisini verði nevnd. Her eru hundratals milliónir brúktar bara tey seinastu 10-15 árini. Vit skulu ikki longur aftur enn til aldarskiftið, tá bara havnin hevði barnagarð ella vøggustovupláss.
Í dag er hetta økið so gott sum fult útbygt. Tørvurin er um at verða nøktaður um alt landið. Sama er galdandi, tá talan er um eldraøkið. Talan er í báðum føri bæði um útbúgvingar og arbeiðspláss.
Hetta skal ikki skiljast, sum um vit ikki hava ein álvarsliga avbjóðing tá talan er um fráflyting, men meir ein lýsing av samfelagnum. Hvar hesi viðuskiftir fyri bert fáum árum filti almenna rúmi. Og vístu á trupulleikan, og hvat skuldi til fyri at samfelagið kundi mennast.
Eri samdur við teimum, sum ivast um útbúgvingar tilboðini einsamøll fáa trøðini at vaksa inn í himmalin. Men, sum áður nevnt, eigur hetta at verða ein raðfesting, ikki ein trupulleikið, longri eigur tann søgan ikki at verða.
Í bókini Exit føroyar eru allar frásagnir viðkomandi, men summar eru meir beinraknar enn aðrar. Ein hevur ivirskriftina “ Vit mugu velja og vilja” Viðhvørt kann tað tykjast, sum um vit fyrigykla okkum, at nøkur stór og dýr tiltøk frá almennari síðu við vissu fara at gera undurverk og bjarga okkum undan fráflyting, vantandi tilflyting og framtíðar armóð. Veruleikin er ikki so einfaldur.
Í tíðindasending fyri nøkrum døgum segði formaðurin í búskaparráðnum, at ein fortreyt fyri fólkavøkstri var búskaparvøkstur. Størri vøkstur, størri eftirspurning eftir arbeiðsmegi, minni fráflyting.
Hvar er so lykilin til vøkstur? Teir kunnu verða fleiri, men serliga í fiskivinnuni. Ikki eina í einum tilfeingisgjaldið, men í einum góðum, støðugun samfelagsbúskaparligum vinningi.
Vit standa við eitt vegamót, hvar stórar politiskar avgerðir skulu takast. Hesar avgerðir fara at vísa um vit í frammtíðuni megna at loysa tann trupulleika vit standa ivir fyri.
Vit liva í einum tilfeingis smørholi mitt í Atlantarhavinum, sum pr íbúgva ikki kann sammetast við nakað anna land. Men ivasamt er hvussu vit hava umsiti tað. Tilfeingi er landsins ogn og eigur at verða umsiti, sum landsins ogn.
Jú fleiri vit eru til at seta sjóneykuna á trupulleikan, betri verður hann lýstur. Høvundarnir aftan fyri Exit Føroyar eiga rós uppiborði fyri teirra íkast við bókini. Men lýsingar av trupulleikum kunnu eisini tosast uppí rúgvir.
Vit hava seinastu árini savnað nógv tilfar um hvussu vit røkka málinum við einari samfelagsmenning. Visjón 2015 mál og vegir skuldi verða eitt arbeiðsamboð. Bókin Exit Føroyar gevur sítt íkast.
Landstýrismaðurin í vinnumálum hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal koma við uppskoti um hvussu vit loysa trupulleikan við fólkafráflyting.
“Lat okkum koma í gongd, heldur enn at tosa og lýsa okkara borgarar av landinum”
Føroyar er einki “Liðugt” land. Verður tað av trongt, er tað ikki Føroyar ið skuldina eiga, men íbúgvarnir sjálvir, sum ikki áttu dugnaskap og áræði og álit til, at landi kundi lívbjarga teimum.