Eigur samkynsligt lindi at hava leysar teymar?

Grannalondini farin langt av leið.

Nógv verður á okkara døgum tosað og skrivað um fyribrigdi at vera samkyntur.
Fyrr varð hetta hildið at vera bæði synd og skomm, og lítið varð tosa um hetta, fólk flest fingu seg illa at nevna hesi viðurskifti, og mettu hetta at vera ræðuliga synd bæði móti Guds boðum og móti náttúrini, sum tað sambart orði Guds júst er.
Nú verður hetta fyribrigdið nógv meir umtalað, og tað verður borið í bøtuflaka fyri hesum, ført verður fram, at hetta er náttúrligt og viðføtt.
Tað, sum fær meg at festa hetta á blað, er ein sending, eg hoyrdi í útlendskum útvarpi.
Í grannalondum okkara er lógligt hjá samkyndum at ganga saman í skrásett paralag, teimun er loyvt at ættleiða børn, og tey kunna enntá fáa kirkjunnar vælsignilsi til til at fremja slíkt, sum Harrans orð harðliga ávarðar ímóti. Hetta fær bæði meg og mangan annan at ógvast við. Higartil hevur Harrin vart okkara lítla samfelag móti slíkum lógum.

Allar syndir eru viðføddar.
Í vissan mun má tó ásannast, at slíkt er viðføtt, tað eru til dømis stuldur morð og hatur eisini, tað er okkum í holdið borið, sum tikið verur til, og tað sigur Guds orð okkum við.Men líka frá barnsbeini fær menniskja at vita frá foreldrum og øðrum og ikki minst frá síni egnu samvitsku hvat, íð er rætt og hvat, íð ikki er rætt.
Um vit nú søgdu við tey, ið hava lindi at stjala, at hatta er í fínasta lagi, stjalið tit bara, hatta er viðføtt, einki er at gera við tað, fáið endiliga ikki ringa samvitsku av hasum. Ella um onkur skuldi havt hug at dripi onkran, hvat um nú varð sagt við ein slíkan , hatta skalt tú bara gera, hatta er tín náttúra, og hvat við teimum, ið gera seg inn á børn,.er tað ikki viðføtt???
Nú rista vit øll við høvdinum, sjálvandi. Men tað er júst hetta, ið sagt verður teimum, sum hava kynsliga girnd eftir persónum av sama kyni sum tey sjálvi. Mangan verður hetta ført fram av høgt mettum fólkum, ið hava stóra ávirkan á onnur, og man ikki júst tað verða ársøkin til, at talið av sonevndum samkyndum veksur í stórum.
Guds orð er ikki í iva, har verður hetta mett sum deyðasynd, og øll við viðring fyri Guds orði eiga at ávarða staðiliga móti hesum, líka væl sum móti stuldri, lygnum, falsan, harðskapi og øðrum syndum, sum vit eiga at venda okkum frá.
Sálarlív okkara kann samanberast við ein urtagarð.
At hava kynsligt samband við persón av sama kyni sum ein sjálvur kann ikki forsvarast við, at tað er viðføtt, tað eru allar arðar syndir eisini.Vit hava øll eina synduga náttúru at dragast við, vit kunnu samanberast við ein urtagarð, har ókrútið altíð hevur hug at gera innrás, og tað ræður tí um at lúka tað burt, áðrenn tað festir rót.
Við atliti til samkynsligt samband tykist mær, at vit hava við sera vandamikið ókrút at gera, sum tíverri fær loyvi at festa djúpari og djúpari røtur, og verður ikki av øllum alvi roynt at lúka tað burt, meðan tíð er, fer tað at forkoma okkum. Tað hendi í Sodoma , og slíkur og líknandi ólevnaður var helst høvuðsársøk til, at bæði griska og rómverska ríkið gingu til grundar.Tey hildu, tað einki vera vert at hava kunnskapin um Gud , og vórðu tí givin upp til sinni sum einki er vert , menn drivu skemdarverk við monnum, og kvinurnar skiftu tann náttúrliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni. (Rómbr. Kap 1 ør. 18 og fr.)
Gud letur seg ikki spotta, og hann sigur, at tað sum menniskja sáar, skal tað eisini heysta, (Gal.6,7) gævi øll Guds fólk her á landi stóðu saman í stríðnum móti hesum ókrúti. Harvið er als ikki meint, at tey, ið verða freistað av hesi ávísu synd, eru ókrút, sum skal beinast burtur, tvørturímóti, hesi eins og onnur, ið kanska verða meiri freista av øðrum syndum, eru høgt elskað av Gudi. Kanska eru tey sjúk og hava viðgerð fyri neyðini, tað kunnu onnur meta um.

Harrin til reiðar at fyrigeva og reinsa.
Men Harrin er til reiðar at fyrigeva alt , eins og hann gjørdi móti kvinnuni ið tikin var í hori, men hann segði við hana , far avstað og synda ikki longur ( Jóh. Ev 8,11 )
Játta vit syndir okkara, er hann trúfastur og rættvísur og fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. (1. Johs. br. 1,10.)
Hetta er galdamdi fyri allar syndarar og allar syndir. Náði Guds er ómetalig í Kristi Jesusi, og fevnir eisini um tann størsta syndaran. (1. Tim. 1, 14-15)
Tann stóri vansin er, at ført verður fram, at samkynsligt samband ikki er synd, men náttúrligt, harvið verður hetta drepandi ókrútið lívga og tæða, so tað til endan oyðir henda dýrabara urtagarð, ið mannasálin er.