Tað vil Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hava at vita á tingfundinum í dag, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.
Høgni Hoydal spyr løgmann, um heimild var til at gera avtalu millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners um sonevnt »break-fee« – eitt endurgjald upp á eina millión krónur, um landsstýrið ikki fær goldið peningin aftur frá loyvishavaranum, so sum frágreiðigin frá løgfrøðisliga ráðgevanum á Løgmansskrivstovuni vísti á.
Eisini spyr Høgni Hoydal, um løgmður var vitandi um og til staðar, tá avtalað varð gjørd millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners um at rinda sonevnt break-fee á eina millión krónur til privata felagið, um ikki ein endalig avtala varð gjørd við felagið innan ávísa freist.
Í triðja lagið spyr Høgni Hoydal løgmann, hví peningurin til privata felagið ikki er goldin.
Freistin at gjalda var annars 5. september, Tá Sirið Stenberg spurdi sama spurning.
Á tingfundinum 11. september var sami spurningur vendur í løgtinginum í øðrum sambandi, og tá gjørdist løgmaður týðuliga firtin, tá tingfólk alsamt vildu vita, hví endurgjaldið upp á eina millión krónur til CIP ikki var goldin.
– Eg havi svarað fleiri ferðir upp á spurningin. Svarið er NEI. Er tað eitt ullint svar? Er tað ikki púra greitt? Og nei, tað er ikki tí, at vit ivast í heimildini. Eg veit ikki, um tey ikki hava funnið kontonummarið, ella hvat tað er, svarði løgmaður, tá Sirið Stenberg úr Tjóðveldi setti spurningin í eini viðmerking.
– Og eg havi heldur ikki verið við til at gjørt avtaluna um hasa milliónina. Tað havi eg ikki, tí eg havi eftirlit við landsstýrismanninum, sum hevur gjørt avtaluna, so sjálvandi havi eg ikki tað. Men jú, har var ein kaffimunnur, og har kravdi eg, at málið skuldi aftur í tingið. Og sambært Høgna Hoydal, so havi eg harvið spart landinum fyri 2.999 milliónir krónur, segði løgmaður 11. september.
Í dag skal hann so nágreina hendan spurningin enn einaferð.