- Andstøðan legði í fjør misálit á løgmann, tá ið tað gjørdist greitt, at hann hevði verið á fundi við CIP, hóast hann segði seg ikki hava verið. Nú er støðan so enn meira álvarsom, í og við, at hann eftir øllum at døma einsamallur gjørdi break fee avtaluna, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Løgmaður segði á tingsins røðarapalli í fjør, at hann ongantíð hevði gjørt avtalu við CIP og at hann ikki kundi funnið uppá tað.
Síðani kom tað fram í fundarskjalið, at løgmaður var við í á fundi við CIP, og tað játtaði løgmaður.
Í gjár segði Rúni Joensen, fyrrverandi aðalstjóri í niðurlagda Innlendismálaráðnum, at løgmaður ikki bara var við á fundinum, hann gjørdi eisini einsamallur avtaluna um break fee milliónina.
Sama játtaði Kári P. Højgaard í gjár.
- Alt hetta CIP málið hevur verið handfarið út av lagið vánaligt, sigur Aksel V. Johannesen.
Hann heldur, at málið longu í fjør átti at fingið avleiðingar fyri løgmann. Og nú ákærurnar eru enn meira umfatandi, eigur tað eisini at fáa avleiðingar.
- Tað er eingin ivi um, at hetta málið eigur at fáa avleiðingar fyri løgmann. Og um hann hevur logið, sum alt bendir á, so kann hann ikki halda fram, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.