Eigil er føddur og uppvaksin í Vági. Foreldrini, Inga, f. Jacobsen, og Gunnar Danielsen, vóru bæði ættað úr Søldarfirði, men fluttu í 1915 til Vágs. Gunnar var skipari og sigldi út frá Vági. Hann var beiggi Victor Danielsen trúboðara.
Eldru systrarnar Anna Malena (Lena), og Sunneva Maria (Mia) vóru báðar føddar í Søldarfirði, meðan dreingirnir Gunnar, Tryggve, Eigil, Ingolf og Elmar (sum doyði sum lítil smádrongur), vóru føddir í Vági. Systkini høvdu Danielsen til eftirnavn til 1934, tá tey skiftu til Gunnarsson.
Eigil var sum ungur til skips við pápanum sum skipara, og í 1940 flutti hann til Havnar, har hýruvognskoyring bleiv hansara lívsstarv. Hann keypti sær ein lastbil og koyrdi lastvognskoyring í Havn eina tíð, áðrenn hann keypti sær sín fyrsta hýruvogn og koyrdi á bilstøðini hjá Hugo Øster.
Seinni fór hann at koyra í Taxa í Lucas Debesargøtu, og var hann ein av stovnarunum av P/F Taxa í 1952, sum í 1955 skifti navn til P/F Auto. Hann var fyrsti nevndarformaður á støðini og sat í nevndini í mong ár. Hann koyrdi í Auto, til hann varð 76 ára gamal í 1996, við undantak av árunum frá 1970-78, tá hann rak bensin- og oljusøluna á støðini.
Eigil giftist í 1951 við Jenny, f. Mikkelsen, av Toftum, dóttir Annu Elisabeth og Magnus F. Mikkelsen, av Toftum. Tey fluttu í nýggj hús við Dalavegin í Havn og fingu tríggjar synir: Magnus í 1952, Gunnar í 1956, og Regin í 1960.
Magnus er giftur við Birgitte, f. Viderø, av Viðareiði, og Gunnar er giftur við Berit, f. Wolles Jensen, úr Havn, teir báðir búgva í Havn, meðan Regin, ið er giftur við Birnu, f. Tyril, úr Norðragøtu, býr í Kollafirði. Abbabørnini hjá Eigil eru átta í tali.
Jenny og Eigil búðu við Dalavegin til síðst í 80-unum, tá tey fluttu niðan í Børkugøtu. Miðskeiðis í 90-unum gjørdist Jenny sjúk og doyði í 1999, 74 ára gomul.
Hóast Eigil hevur nátt høgan aldur, dámar honum væl at koma út millum fólk. Hann koyrir bil sjálvur og kemur ofta til ymisk tiltøk og til møtir í Ebenezer og Lívdini í Hoyvík. Eisini gongur hann túrar, serliga á Skálatrøð og í Vágsbotni.
Føðingardagurin verður hildin í hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J. H. Schrøtersgøta. 9, millum kl. 16-20, har høvið verður at heilsa upp á Eigil.
-red