Maðurin, sum átti pizzamatstovuna, ið fór í luftina í Bramming, er nú handtikin í málinum Danska løgreglan segði í gjár, at hon hevði tikið fimm fólk í sambandi við eldin og spreingingina í einari pizzamatstovu í býnum Bramming, ið kostaði einari 28 ára gamlari kvinnu lívið.
Ekstrablaðið skrivar í morgun, at millum tey handriknu er maðurin, sum átti matstovuna, og ein beiggi hansara. Foreldur teirra vátta fyri blaðnum, at synirnir eru tiknir.
Aftan á tilburðin í Bramming segði matstovueigarin, at hann dugdi ikki at skilja, hví nakar hevði sett eld á matstovuna.
Í morgun fer løgreglan at taka støðu til, um hon skal biðja rættin varðhaldsfongsla teir fimm menninar.










