Eigara- og leiðsluskifti í Menta

Eftir 37 ár í sessinum hevur Hermund Jacobsen valt at fara úr starvinum sum stjóri og eigari í grannskoðanarvirkinum Menta

Fríða Óladóttir Poulsen og Alvi Nielsen yvirtaka eigaralutin hjá Hermundi tann 1. januar 2025.

 

Hermund byrjaði sum grannskoðari í 1980 og fekk góðkenning sum skrásettur grannskoðari í 1985. Stutt eftir - tann 1. november í 1987 - stovnaði hann Menta (tá grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen).

 

Í 2007 løgdu Alvi Nielsen og Hermund síni virki saman, og í 2019 kom Fríða Óladóttir Poulsen upp í leiðsluna og eigaraskaran.  

 

Hermund gevst hjá Menta tann 1. januar 2025 - og Fríða og Alvi reka Menta víðari.

 

Talan er um eitt ættarliðsskifti, ið skal tryggja, at Menta heldur fram at veita einfaldar og haldgóðar loysnir, sum geva góð fíggjarlig úrslit fyri kundan.