Eiga ikki at skerja trolbátarnar

- Eg haldi, at tað er grundleggjandi skeivt at skerja trolbátarnar vid 20% og harvið gera enda á fiskiskapi eftir flatfiski undir Føroyum, sigur Bjarni D. Jacobsen - Eg haldi, at bátarnir í bólki 4T eru endaðir á einum skeivum spori í tí samlaða orðaskiftinum um skerjing av fiskidøgum. Hetta er einasti skipabólkur í landinum, sum beinleiðis ger nakað fyri at skilja tosk og hýsu frá eitt nú flatfiski og øðrum fiskasløgum. Hetta verður gjørt við innsettari rist í trolinum. Í útskrivaða loyvinum til landleiðina er krav, sum sigur, at í mesta lagi 35% av okkara veiði má vera toskur og/ella hýsa. Um hetta ikki verður hildið, verða vit sektaðir sambært reglum um ólógligan fiskiskap.

Tað sigur Bjarni D. Jacobsen, sum er við trolbátinum Skálafossi úr Vestmanna og er nevndarlimur í Felagnum Trolbátar, bólkur 4T.

Hann vísir á, at ristin og kravið um veiðisamanseting eru í sjálvum sær haldgóð grundgeving fyri, at bólkur 4T als ikki eigur at verða skerdur.

- Bólkur 4T fiskar bert umleið 6% av samlaða toskinum. Samstundis er hetta einasti bólkur, sum brúkar allar tillutaðar dagar og harvið noyðist til aðrar bólkar, tá tríggir mánaðir eru eftir av árinum, at útvega sær tey seinastu 20% av døgum, sum skulu til.

Hann sigur, at tað, sum bólkur 4T livir av, er flatfiskur og ikki toskur.

- Tí meini eg, at tað er grundleggjandi skeivt at skerja henda bólkin vid 20% og harvið gera enda á fiskiskapi eftir flatfiski undir Føroyum, sigur fiskimaðurin, sum hevur vent sær til Portalin.

Bjarni D. Jacobsen heldur, at við ætlaðu skerjingini uppá 20% fer meginparturin av vinnuni sama veg, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fór sjálvur.