Íslendingar eiga ikki at gera semju við norðmenn og ES um makrelin. Tað skrivar íslendski fiskifrøðingurtin Jón Kristjánsson á sínum bloggi. Hann skrivar, at metingin av makrelstovninum er púra burturvið, og at tað sama er at siga um tilmælið.
-Vit eiga at halda tørn, og vit eiga ikki at lata okkum ræða til at gera eftir boðum frá øðrum, skrivarr íslendski fiskifrøðingurin.
Jón Kjartansson vísir á, at Noreg og ES royna at noyða íslendingar og føroyingar til at semjast um eitt kvotubýti, sum kann samanberast við, at íslendingar bannaðu norðmonnum, bretum og írum at fara í áairnar at fiska laks, sum er uppvaksin í íslendskum, føroyskum og grønlendskum sjógvi.










