Eiga ikki at fiska tosk og hýsu

Fylgja føroyingar tilmælinum frá ICES, eiga vit hvørki at fiska tosk ella hýsu á landgrunninum, og toskurin á Bankanum skal eisini fáa frið ICES er nú komið við sínum tilmæli um botnfiskastovnarnar við Føroyar, og tilmælið er at kalla tað sama sum í fjør: Vit eiga hvørki at fiska tosk á landgrunninum ella á Føroya Banka, og hýsan skal eisini hava frið.

Støðan hjá upsastovninum er heldur ikki tann besta, og tí mælir ICES føroyingum til at minka royndina 20 prosent.

ICES skrivar í tilmælinum, at gýtingarstovnurin av toski á landgrunninum hevur verið søguliga lítil tey seinastu árini, og at tilgongdin hevur verið væl niðan fyri meðal, samtíðis sum veiðitrýstið er ov stórt.

Um toskin á Bankanum sigur ICES stutt, at hann er sera illa fyri, og at hann eigur framhaldandi at fáa frið.

ICES sigur um hýsuna, at gýtingarstovnurin er støðugt minkaður tey seinastu seks árini. Tilgongdin hevur verið væl niðan fyri meðal, men nøkur tekin eru tó um bata, verður sagt.

(Kelda: Havstovan)